og tað er altíð stuttligt at møta nógvum fólki, sum eg kenni frá fyrr av. Og so er tað altíð sera gott at hoyra boðskapin um Jesus. - Tað er slíkt sum ger, at ein ynskir at koma aftur og aftur, sigur [...] ungum røddum sum syngja lovsang til Guds. Tær nýtist bert at ganga eftir ljóðinum, fyri at finna øll hesi fólkini. Inni í stóra møtisalinum í erva er heldur myrkt inni, men tú sær greitt, at her eru í hópatali [...] Hetta er ein rættiliga stór stevna, sum plagar at ganga uppá skift millum Havnina og Klaksvíkina. Í ár var so stevnan um várið hildin í Havn, meðan klaksvíkingar fara at bjóða til eina líknandi stevnu í Betesda
frítt, at tríburarnir hvør í sínum lagi, og helst eisini saman, havt roynt seg í ymiskum av tí, sum skúlagongdin fer at krevja av teimum tey næstu mongu árini. Ria var øgiliga spent eftir at sleppa at rokna [...] lítla talu. Her nevndi hon m.a. at í skúlanum verður stórur dentur lagdur á felagsskapin og á tað at læra. Gongst sum ætlað, fara hesi næmingarnir so líðandi at bróta kotuna fyri bæði lesing og rokning, og [...] verður spennandi, siga tey trý við ein munn. Hóast tey vóru fyrireikað og klár til hesa stóru løtuna, gjørdist hon kanska í so stór fyri ein teirra. Hesin megnaði líkasum ikki at fara fram at heilsa uppá s
partur av møtunum, hevur nú fingið egin bein at ganga á. Grundin til, at man ger tílík tiltøk, er, at gáttin at koma inn í eina samkomu er høg. Tað er kanska ringt at koma á møti, um man ikki er vanur við tað [...] meg at siga »onkur fær gleði av hasum, hvør eri eg at rópa upp um tað.« Um eg ikki sjálvur hevði verið ígjøgnum tað sama, tá eg var yngri, hevði eg sikkurt verið øðiliga illur um alt tað nýggja, sum kemur [...] gott, man skal hava okkurt ávíst at venja fram ímóti. Men eg haldi, at tað er gott, at festivalurin verður hildin í samband við samkomurnar, tí annars kann tað vera skjótt, at tað bara handlar um tónleikin
havi altíð hugsað, at tað var Tór, sum helt hamarinum. Tí havi eg heldur gjørt tað soleiðis, at tað er ein genta, sum heldur í einum tyssi, og eg havi brúkt nøkunlunda sama form sum í vanliga búmerkinum [...] kvinna, sum var komin við hasum ferðamannaskipinum. Hon spyr meg, um eg veit, hvør hevur málað hendan veggin. Eg sigi so, at eg akkurát eri í ferð við at mála hann, greiðir hann frá. Tað vísti seg, at hendan [...] spurdi meg, um eg ikki hevði hug at vera við næsta ár. Eg segði sjálvandi ja, sigur Bárður, sum er púra ovfarin av tilvildini. - Hon átti jú ikki at vera í Føroyum! Hon átti at vera í Íslandi, sigur hann og
til KÍ, at dómarin hevur valt at skrivað málið – sum var ein brølari frá B36 máverjanum – sum eitt sjálvmál. Til ber at síggja umrøddað málið við at trýsta á pílin á myndini - Nei, eg haldi ikki at hatta [...] verður noterað sum, sigur Tórður Thomsen argur á málinum og leggurafturat: - Tað er trupult at siga hvat hendi. Onkur skjýtur úr spískum, bólturin ferðast í luftini, og eg klári ikki at halda honum. Eg [...] einum málverja. - Soleiðis er lívið sum málmaður. Bjargingar eins og dropp koma og fara. Í ár tykist tað sum um, at eg havi eitt KÍ komplex, sigur Tórður Thomsen at enda.
við fyrivarni, at hann úttalar seg, tí tey eru ikki heilt liðug at nærlesa sáttmálan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og vísir á, at har eru fleiri munir á sáttmálunum, ið ger tað torført at samanbera teir [...] føðing. Tað vil siga 24 vikur aftaná føðing. Hesi tingini hava tey ikki við, so tað er torført at rokna hesi viðurskiftini upp móti hvørjum øðrum, sigur Súni Selfoss. Súni Selfoss upplýsir, at sum formaður er [...] vit hava, so kann eg í fyrsta eygnakasti ikki siga, at tað er so stórur munur á. Men vit fara at nærlesa hetta meira, og um tað er neyðugt at koma við viðmerkingum til Fíggjarmálaráðið, so gera vit tað,
kanska eitt sindur ørvísi at syngja jazz, men at syngja er hóast alt at syngja. Eg haldi, at tað er gevandi fyri poppin at syngja jazz og somuleiðis er tað gevandi fyri jazzrøddina at syngja pop. [...] sínum framúrskarandi soloum díkti hann so á trummurnar, at tað kundi sæð út sum stóð tað um lív. Tað einasta, ið onkur møguliga kundi funnist at, var at Teitur stóð heldur langt afturi á pallinum. Hann stóð [...] Limirnir í A Thing Called Teitur siga, at teir framføra ikki nakað av løgunum eftir einum føstum leisti, ið onnur hava gjørt. Teir siga, at teir broyta øll løgini soleiðis, at tey fáa dám av teirra egna stíli
r leingi livi Fyri at vísa á dupultmoralin hjá grindamótstøðufólkunum, sum hótta menniskju fyri at verja djór, plagar vanliga svarið hjá Matthew Workman at vera: "Tað letur til, at tú ert djóraaktivistur [...] tur. Tú veitst væl, at eg eri eitt djór, ha?" Annars plagar hann bara at blokera tey, sum senda honum hóttanir og onnur háðandi boð. Hann hevur eisini roynt at melda tað til Facebook, men har hevur hann [...] upplivað, at Facebook ikki metti, at boðini og viðmerkingarnar fóru yvir um mark. ##med2## - Tey eru fundamentalistar Matthew Workman sigur, at besti mátin at skilja hesi fólkini uppá, er at síggja tey
støðan hon, at so at siga allir teir føroysku línubátarnir hava eina bust sum er framleidd av Hera í Vestmanna. Vanliga klárar hann at gera einar 10-12 bustir um dagin, men tað er ikki altíð at hann megnar [...] so líðandi at leggja merki til, at tá hann kom inn av dekkinum tyktist alt at vera myrkt. Og tá hann fór út á dekkið varð alt so ovurhonds ljóst. Her var ikki annað at gera hjá honum enn at fara í land [...] Ein stór gleði fyri hann hevur verið at uppliva tað at gerast abbi. Og, sum hann sigur: - Fyri abbabørnini er tað bara ein sjálvfylgja at abbi teirra er blindur! Úr at gera Heri hevur í dag rokkið teimum
Tá er tað, at hann nevnir vantandi virðingina fyri serfrøðini. Tað er ein trupulleiki, sum hann elskar at hata. Vit dragast sambært Heina við ein hugburð, sum sigur, at øll vita líka væl, at allar grundgevingar [...] 20-30 ár, sum stimbrar undir broytingar og kollveltingar, men føroyski ungdómurin er snøgt sagt ikki her at gera vart við seg. Og politiski myndugleikin letur sum einki. Heldur enn at hugsa um at skapa eitt [...] tá hann hoyrdi, at løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen herfyri royndi at undirgrava rættin hjá embætisfólkum at vitja tey almennu tiltøk, sum tey nú einaferð hava hug til. Heini heldur, at Helgi Abrahamsen