- Tað er tiltrongt, at vit hava eina samling uppá kristnan tónleik í Føroyum, sigur Heine Lützen, ið hevur spælt kristiligan tónleik í yvir 20 ár.
- Man noyðist at dyrka tónleikin, um tað skal kunna blíva gott, man skal hava okkurt ávíst at venja fram ímóti. Men eg haldi, at tað er gott, at festivalurin verður hildin í samband við samkomurnar, tí annars kann tað vera skjótt, at tað bara handlar um tónleikin fyri tónleikins skyld. Tónleikurin eigur at vera ein miðil at dyrka Skaparan. Tað er endamálið við honum.
M.C. Restorff er ein av veteranunum innan kristnan tónleik. Hann var við, tá popptónleikurin kom inn í tað kristna høpi. M.C. var við fyrstu ferð tónleikararnir í brøðrasamkomuni savnaðust og høvdu eina felagskonsert í 1977. Og í 1984 hevði hann eina konsert við Nikodemus sangbólkinum í Norðurlandahúsinum.
- Sangurin, ið fyrr var ein partur av møtunum, hevur nú fingið egin bein at ganga á. Grundin til, at man ger tílík tiltøk, er, at gáttin at koma inn í eina samkomu er høg. Tað er kanska ringt at koma á møti, um man ikki er vanur við tað. Og tað er eisini ringt hjá nógvum, sum eru von við at ganga á møti, at koma inn í eina aðra samkomu enn tí, tey eru von við. Tað er ofta lættari at koma á eina konsert.
- Tí liggur ábyrgdin eisini á teimum, ið spæla á konsertini at tala Guds orð. Tey hava ábyrgd av at geva áhoyrarunum nakað meir burturúr enn bara eina tónleikauppliving.
M.C. Restorff hevur ikki so nógv við tann nýggja og villara tónleikin at gera.
- Í dag eri eg meir ein eygleiðari, enn eg eri ígongdsetari. Sjálvt um hesin nýggi tónleikurin ikki akkurát er tað, mær dámar best, havi eg lært meg at siga »onkur fær gleði av hasum, hvør eri eg at rópa upp um tað.« Um eg ikki sjálvur hevði verið ígjøgnum tað sama, tá eg var yngri, hevði eg sikkurt verið øðiliga illur um alt tað nýggja, sum kemur fram í dag. Men Harrin kann brúka tað mest ótrúliga. Fólk fáa signing, sjálvt um tað er ófatiligt fyri okkum í tí eldra ættarliðnum. Gud kann brúka tann villa tónleikin og nógv fólk verða uppbygd av tí.
Heine Lqtzen heldur at støðið á kristiliga tónleikinum í dag er sera høgt.
- Tónleikurin er blivin meira gjøgnumførdur, og tað er blivið meira professionelt. Tað stendur væl til innan kristnan tónleik í Føroyum í dag. Góðskan er høg, og tað eru nógvir bólkar, ið gera nógv burturúr teirra tónleiki, og tað haldi eg vera sera stuttligt.
M.C. Restorff er samdur.
- Eg haldi, at tónleikurin hevur ongantíð verið so góður sum nú, sjálvt um sjálvur sangurin altíð hevur verið góður. Fyrr skuldi tónleikurin bara stuðla upp undir sangin, men nú er tað sangararnir, sum skulu liva upp til tónleikin.










