kongshjúnunum á teirra fyrstu almennu vitjan í Føroyum sum kongshjún. Vitjanin skuldi verið síðsta summar, tá tey vóru á ferð í ríkisfelagsskapinum. Men hon varð avlýst vegna verkfallið á privata arbei [...] Kongshjúnini vitja í Havn, í Vagi, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði. Har fáa kongur og drotning møguleikan fyri aftur at vitja ymsa staðni í føroyska samfelagnum og heilsa upp á føroyingar í øllum aldri.
Í mong, mong ár hevur verið siðvenja, at daskt verjuskip liggur við bryggju á Tvøroyri hesa ársins tíð, og at boðið verður almenninginum umborð at sláa tunnu. Soleiðis verður eisini í ár, skrivar Tvøroyar [...] stevna inn á Trongisvágsfjørð í komandi viku. Tað er okkum tí ein stór gleði at kunna boða frá, at sunnudagin 16. mars frá kl. 13:00 – 15:00 eru øll børn í Suðuroynni hjartaliga vælkomin umborð á HDMS Triton [...] Hjartaliga vælkomin, skrivar tvk.fo. Um siðvenjuna: Annika Hvanngarð hevði eitt áhugavert uppslag á Facebook, fyrr í vikuni. Gamlar myndir eru eisini viðfestar. Sí her https://www.facebook.com/share/
verkamannafylking, sigur Heri Reynheim. Heri Reynheim vísir á, at føroyska samfelagið er á skeivari kós. – Samferlagið hevur leingi verið á á skeivari kós, kanska heilt frá kreppuni í nítiárunum, har vit [...] varð stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi í september 1925. Maurentius Viðstein gjørdist formaður. Stutt eftir varð Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag stovnað á Tvøroyri við Peturi [...] Formaðurin udrast á, at meiniga fólkið í Føroyum ikki er umboðað longur í politisku skipanini. – Forstáilisið er so lítið – eisini í miðlunum, vísir hann og finst millum annað at okkum á in.fo og Sosialinum
burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri [...] Hagstovan skrivar, at fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt [...] nettoflytingin vóru minni enn frá 1. februar 2023 til 1. februar 2024. Tá var burðaravlopið á 2,9 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1000 fólk. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi
FIT FIRST rørsluløtum í skúlanum Eitt gott dømi um slíka gransking er rørsluátakið, sum skúlarnir í Vági og Tvøroyri hava arbeitt við, og sum gjørdist karmur um mína ph.d.-útbúgving. Skúlarnir [...] gransking innan námsfrøði og útbúgving í Føroyum. Hetta er í samstarvi við granskarar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Greinarnar verða prentaðar fyrsta fríggjadag í hvørjum mánað [...] teimum eina so góða undirvísing sum gjørligt. Hetta kunnu vit einans, um vit støðugt hava fokus á rørsluvanarnar hjá næmingum og tillaga karmarnar fyri at bjóða bestu rørslulæruna. Og at
- Ytst á sunnara armi á Trongisvágsfirði - á einum øki, sum hoyrir til Hovs kommunu, liggur móttøkuplássið hjá IRF í Trøllavík. IRF hevur stórar ætlanir fyri Trøllavík, og hetta var eisini á skrá í gjár [...] nevndarforkvinnan. Gunvá við Keldu vísir á, at fundurin á Tvøroyri bæði var góður og konstruktivur, og hann varð hildin í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu. Á myndini omanfyri eru, f.v.: Alvi Mortensen [...] Í gjár vitjaði ferðalag norðanfjørðs á Tvøroyri. Ferðalagið taldi sjey fólk, og vóru tað fýra umboð fyri nevndina og trý fyri umsitingina í Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, IRF. Gunvá við Keldu
kunnað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Um 13 tíðina í gjár varnaðist løgreglan á Tvøroyri at olja var á vegnum á Sjógøtu. Løgreglan fylgdini slóini og endaði á einum verkstað í Froðba. Tað [...] fráboðanir komu í gjár um vindskaða. Onnur fráboðanin var av Tvøroyri, har nakrar takplátur á einum fjósi vóru leysar. Hin var í Hósvík, har ein tekja á einum úthúsi var um at ríva. [...] av teimum smærru prutlunum, sum ikki skulu kunna koyra meira enn 30 km um tíma. Men á løgreglan setti hetta prutlið á rullibrettið, vísti tað seg, at prutlið kundi koyra 65 km um tíman. Førarin, sum hevði
øðuna, skrivar Bátafelagið Naddoddur á Tvøroyri. Hvussu so veðrið ætlar at fara við okum, verður tað sum vant aftur í ár allarhelst ein hugnalig løta í neystinum á Tanganum. Verður veðrið til vildar, heldur [...] tiltakið inni í neystinum. Tað týdningarmesta á grækarismessu er at fylla neystið við góðum fólki henda tjaldursdagin, skrivar Bátafelagið Naddoddur á sínum vanga á facebook.
var á kamarinum, tá hann fekk kraftiga pínu fyri bringuna og í vinstra arm, fekk kaldasveitta og gjørdist ússaligur. Hann er helst svímaður eitt skifti inni á kamarinum. John fekk kempað seg upp á brúnna [...] John bæði kropsliga og sálariga fyrstuhjálp í heilar 6 tímar, meðan teir sigldu inn á Tvøroyri í ringum veðri. Ábyrgdin lá á teimum og eingin kundi taka yvir fyrr enn teir komu í land. John var sjálvsagt [...] liggja á havinum, tá tílíkt hendir og long leið er á sjúkrahús er ein sera stór ábyrgd og tað krevur, at man klárar at halda høvdið kalt, hevur dirvið, er róligur og handlar rætt og skjótt og heldur á. Umframt
Seinastu sjey árini hevur hann verið virkin innan masters, og hann venur í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri. Føroysku vektlyftararnir, sum umboðaðu AK Atlas Slagelse, eru væl nøgd við DM-kappingina og gleða [...] Juel Arge, 59 ár. Barba, sum kappaðist leygardagin, megnaði hendan dagin síni besti úrslit higartil á síni kappingarleið. Hon knógvaði 65 kg í trekk og 81 kg í stoyt. Harvið setti hon eisini trý føroysk [...] Lyftini frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast her: Youtube Úrslit frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast á her: urslit.fss.fo (Føroysku úrslit) ella vlstat.dk (Samlaðu úrslit)