Tað skrivar Kongshúsið í morgun.
– Teirra hátignir Kongur og Drotning vitja í Føroyum 11. til 13. juni 2025.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanina hjá kongshjúnunum á teirra fyrstu almennu vitjan í Føroyum sum kongshjún. Vitjanin skuldi verið síðsta summar, tá tey vóru á ferð í ríkisfelagsskapinum. Men hon varð avlýst vegna verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum.
Kongshjúnini vitja í Havn, í Vagi, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði. Har fáa kongur og drotning møguleikan fyri aftur at vitja ymsa staðni í føroyska samfelagnum og heilsa upp á føroyingar í øllum aldri.