Kjósin. Gentubáturin í Kollafirði vann tríggjar tær fyrstu ferðirnar – á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og jóansøku – og aftur á varmakeldustevnu í Fuglafirði var Kjósin sannførandi vinnari. Sum myndin [...] málstrikuna. Í FM kappingini er Malunarhav næstfremst, og eisini í Fuglafirði var tað Malunarhav, sum á heimasjógvi var næstfremst. Kappingin var stór við Spógvan av Glyvrum. ##med2##
táttaði í aftur, og so var tað ongantíð meiri enn ein lítil skutur á muni. Onkra løtuna vann Klaksvíkingur seg framum Kemiluxskiltið á Norðingi, og kanska var stavnurin einaferð undan. Men tað var Norðingur [...] kappingunum eru grannarnir í Norðoyggjum stavn um stavn í FM stríðnum. Soleiðis sum tað er tørnað út á jóansøku og aftur í dag, so er kappingin púra opin, men tað er einki forgjørt í tí, tá ið sagt verður, at
Á jóansøku á Tvøroyri fyri einari viku síðani eydnaðist tað Knørri at vinna á Nevinum Reyða, sum vann bæði í Klaksvík og í Hósvík. Í dag er varmakeldustevna í Fuglafirði, har líkindini at rógva eru góð [...] eydnaðist ikki Gullbrandi at vinna. Báturin hjá fuglfirðingum var á triðja plássi, tá ið startspurturin var av, og Gullbrandur endaði á triðja plássi. Kappingin um fremsta plássið stóð millum Nevið Reyða [...] sá eina løtu út til, at talan fór at vera um heilt sannførandi sigur. Men í endaspurtinum vístu teir á Knørri, at tað búði meiri í teimum enn so, og fram ímóti málinum minkaði munurin til eina hálva bátslongd
øgiliga keðiligur hjá 17 – 18 ára gomlu dreingjunum umborð á Sílinum. Teir vóru á jóansøku og ætlaðu sær av álvara at bjóða favorittunum umborð á Fípuni Føgru av. Men soleiðis lagaði tað seg als ikki. Sílið [...] metti, at havnardreingir høvdu róð skeivt, og so vann Fípan Fagra sera sannførandi sigur. Í dag er kappróður á varmakeldustevnu í Fuglafirði, og í dag bjóðaði Sílið av álvara favorittunum úr Klaksvík av. Sílið [...] Sílið var fyrsta partin av róðrinum fremstur. Tá ið hálvt málið var rógvið legði Fípan Fagra upp á síðuna av Sílinum, og so lógu bátarnir báðir borð um borð fram til, at tað restaðu 100 metrar. So munaðu
kappróðurin á jóansøku á Tvøroyri, har líkindini vóru góð at rógva, og har tað gekk skjótt og væl at avgreiða róðrarnar. Síðsti kappróðurin var millum 5-mannafør við kvinnum. Fípan Fagra vann bæði á norðoyastevnu [...] norðoyastevnu og á sundalagsstevnu. Fípan Fagra vann í dag fyri triðju ferð, men í dag var kappingin størri og harðari, enn hon undanfarnu tvær ferðirnar hevur verið. Tjaldrið legði sera bragdliga fyri, og Firvaldur [...] undanfarnu ferðirnar. Tá ið tað restaðu 200 metrar og fram til tað bara vóru færri enn 100 metrar eftir á mál, sá tað út til, at spenningurin um, hvør fór at vinna, var millum Tjaldrið og Firvald. So vísti
Hvannasundi fyri í góðveðrinum á jóansøku í dag. Á norðoyastevnu og sundalagsstevnu vóru tað klaksvíkingar, sum vunnu. Í Hósvík var munurin so mikið lítil, at tað kundi benda á, at tað fór at verða heilt spennandi [...] kappaðust, og sum næstu vikurnar og fram til á ólavsøku fara at kappast um FM heitið. Hetta er fyrsti sigurin hjá norðingum í nýggja bátinum. Í fjør vunnu teir á norðoyastevnu, og tá mannaðu teir Skálabátin
gentum 14 – 16 ára gamlar legði seg í dag á odda í FM stríðnum. Størsta kappingin er við ein annan av bátunum hjá Havnar Róðrarfelag. Undan dagsins kapping á jóansøku høvdu bæði Sílið og Tílingur 13 stig. [...] teir stvndu fram ímóti málinum í góðveðrinum á Trongisvági, so var eingin ivi. Sílið var meiri enn eina bágtslongd undan Títlingi, og harvið er Sílið nú á odda í FM kappingini. Ørnin var greitt nummar
vann á norðoyastevnu í Klaksvík, og Jarnbardur vann á sundalagsstevnu í Hósvík. Í dag var triði FM róðurin. Tað varð ikki roknað við øðrum, enn at Jarnbardur fór at vinna tryggan sigur á jóansøku á Tvøroyri [...] bjóða favorittunum av, men tað var heilt skjótt, at blái Jarnbardur stakk seg fram, so varð leyst, og á málinum vóru tað nógvar bátslongdir frá upplagda FM favorittinum Jarnbardi og aftur til Páll Fanga,
Tað er jóansøka á Tvøroyri og kappróður á Trongisvágsfirði. Sum altíð so vóru fyrstu kappingarnar í barnaróðrinum. Á tveimum teimum fyrstu stevnunum var tað Sílið í Havn, sum var greiður vinnari, og soleiðis [...] Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var á málinum smá trý sekund undan næsta bátinum. Nummar tvey var Kollur úr Kollafirði, sum eisini tvær tær undanfarnu ferðirnar var næstfyrst á mál. Í dag var Spógvin úr Kap
So kann sigast, at Jóansøkan 2023 er í gongd, og seinni á kvøldi er dansur og annað. Í morgin er kappróður, og annað, ið hoyrir jóansøku til, á skránni. [...] Í løtuni er skrúðgonga á Tvøroyri, og klokkan 19 verður jóansøkan 2023 sett. Aftaná, klokkan 19:30, er pisufundur, har Torgerð D. Suðuroy heldur pisurøðu. Aftaná spælir Dagfinn Olsen lagið Fagri Flokkur