Jarnbardur vann á norðoyastevnu í Klaksvík, og Jarnbardur vann á sundalagsstevnu í Hósvík.
Í dag var triði FM róðurin. Tað varð ikki roknað við øðrum, enn at Jarnbardur fór at vinna tryggan sigur á jóansøku á Tvøroyri, og soleiðis varð tað eisini.
Páll Fangi og Sundabáturin royndu í sjálvum startinum at bjóða favorittunum av, men tað var heilt skjótt, at blái Jarnbardur stakk seg fram, so varð leyst, og á málinum vóru tað nógvar bátslongdir frá upplagda FM favorittinum Jarnbardi og aftur til Páll Fanga, sum vann kappingina um næstfremsta plássið við Sundabátin.
##med2##
##med3##