Tað var framúr uppvísningur í kappróðri, tá ið 10-mannaførini kappaðust í so góðum líkindum, sum tað ber til at ynskja sær.
Karmurin var vakri Fuglafjørður, og spenningurin var so stórur, sum tað ber til at ímynda sær, at hann kann verða.
Í sjálvum startinum vann Norðingur seg eitt vet undan Klaksvíkingi og Vestmenningi, sum var triði luttakarin í róðrinum, og sum skjótt misti sambandið við hinar báðar bátarnar.
Eina løtu rann Norðingur eina hálvabátslongd undan Klaksvíkingi, sum tó táttaði í aftur, og so var tað ongantíð meiri enn ein lítil skutur á muni. Onkra løtuna vann Klaksvíkingur seg framum Kemiluxskiltið á Norðingi, og kanska var stavnurin einaferð undan.
Men tað var Norðingur, sum hevði leiðsluna í endaspurtinum, og tað var Norðingur, sum fór fyrstur um málið og Klaksvíkingur, sum var næstfyrstur.
Undan trimum teimum síðstu kappingunum eru grannarnir í Norðoyggjum stavn um stavn í FM stríðnum. Soleiðis sum tað er tørnað út á jóansøku og aftur í dag, so er kappingin púra opin, men tað er einki forgjørt í tí, tá ið sagt verður, at tað í dagsforminum liggur, at Norðingur nú er favorittur at vinna FM heitið.
##med2##