6-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina varð fyrsta málið skorað í áttanda minutti. Í góða heystarveðrinum í Hólmanum á Eiði í kvøld gekk tað leingi heilt øðrvísi. Heimaverjan var øgiliga væl skipað [...] avbjóðarin í kappingini um meistaraheitið. Sunnudagin fara klaksvíkingar út á Svangaskarð. Tá hava teir møguleika at leggja meiri enn aðra hondina á FM steypið, og so eiga teir 07 Vestur í Sørvági og TB í Klaksvík [...] spískum smekkaði til, og bólturin streyk eftir vøllinum og í handara síðunetið. Árni var dagsins maður, og hann átti eisini stóran lut í hinum málunum. Í fyrra førinum spældi hann úr høgru Filip Brattbakk leysan
Í kvøld kemur tað aftur javnvág í bestu landskappingina hjá monnum í fótbólti. Fyrst í august varð uppgerðin millum EB/Streym og KÍ í Hólmanum í 17. umfari útsett, tí KÍ var upptikið av europeisku kappingini [...] vandi ikki í gjárkvøldið og verður neyvan á listanum í kvøld. Hjá EB/Streymi verður liðformaðurin og verjuskansin Andras Ó. Olsen ikki við í kvøld. Sunnudagin var liðband í knænum skamfílað í Klaksvík, [...] mikudagin 24. september, og klokkan 18.30 í kvøld fer Áki Leitisstein Hansen at bríksla fyri fyrstu ferð í Hólmanum á Eiði. KÍ og EB/Streymur hittust sunnudagin í Klaksvík, og tá vann KÍ 6-2, og Páll A.
Tá ið vágamenn fyrr í ár vóru í Sarpugerði, endaði tað málleyst. Avrikið hjá vágamonnum í Sarpugerði í dag var á góðari leið, og tað sást ikki, at talan var um lið, sum er á veg í næstbestu deildina. Edvin [...] Víking á odda í 19. minutti. Miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard royndi seg við fínum langskoti. Ari í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum tveitti seg og stórbjargaði, so bólturin brast í stólpan, og [...] áttanda plássi. 07 Vestur tapti 2-1 í Sarpugerði, og 07 Vestur er omanfyri strikuna, tí hvørki FC Suðuroy ella TB vunnu stig í hesum umfarinum. Stóri maðurin hjá Víkingi í dag var álopsspælarin Jørgen Nielsen
Patrik Johannesen í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani 31. mai, at hann var málskjútti í landskappingini. Eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg úr høgru sneiddi Páll A. Klettskarð bóltin í málið til 4-1 [...] miðvallari, nú Jákup B. Andreasen var leikbannaður, óskettin, tá ið hann royndi seg við afturlegging. Málverjin var staddur eitt sindur til høgru fyri tóma málið, sum bólturin trillaði í. 2-1 og tað kendist [...] hevur nú skorað 20 mál í ársins landskapping. U-21 landsliðsspælarin Virgar Jónsson minkaði um munin til 4-2, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru og við høvdinum sendi bóltin í málið. Tá restaði eitt korter
væl frá sær í tveimum dystum móti HB í hesum kappingarárinum. Men tað endaði við trimum sigrum til HB í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum. Fyrsti dysturin endaði við stórsigri, meðan tað í hinum báðum [...] Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum var sostatt níggju stig til HB. Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 8-2 til HB. Emil Grønn Pedersen skoraði fyri HB í øllum trimum dystunum [...] FC Suðuroy-HB 1-2 (0-1) - 4. august 0-1 Jákup Thomsen (36.) 1-1 Pætur Augustinussen (60.) 1-2 Emil G. Pedersen (72.) HB – FC Suðuroy 4-0 (1-0) - 30. mars 1-0: Jákup L. Thomsen (15.) 2-0: Noah Mnenéy (49
Í kvøld verður farið á tónleikaferð í mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, har leitað verður aftur í tíðina. Nógv forkunnugt er á skránni. Eitt kvøld við tónleiki frá fyrr, tónleikur frá 1960’unum og 1970’unum [...] Ravnsfjall Vertir: Bjørn Hentze Bech Gissur Patursson Sjógæti selur Fish & Chips í túninum Barrir verða í forhøllini og inni í salinum Dansur: Spaðar 5 spælir til dans, saman við gestatónleikarum úr øllum [...] serstaka dám á náttina og spælt verða sangir, sum hava inspirerað hesar bólkar, og flestu tónleikarar í heiminum. Dyrnar lata upp kl 20.00 BEATSHOTS Manning: Erolf Olsen, vokal & guitar Pauli Einarsson, vokal
venjarin Fróði Benjaminsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum. Djóni D. Samuelsen royndi seg við skoti, og bólturin brast í stólpan og so í bakið á NSÍ málverjanum og so í málið. Hetta var stutt [...] væl hjá okkum í ár. Vit fáa nógv innlegg, og tá verður ofta møguleiki fyri at skora mál, og tað hevur gingið væl, sigur Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið. Í kvøld hevði B68 fimm í verjuni og eftir [...] møguleikanum, hóast eg í løtuni havi ilt við at ímynda mær, at KÍ fleiri ferðir fer at snáva, áðrenn vit hitta klaksvíkingar í síðsta umfari. Og nú hevur tú skorað 24 mál? -Tølini siga, at tað í framrættaða partinum
av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak. Tað siga tey á Havstovuni í dag. Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á Bankanum og gjørt regluligar yvirlitstrolingar, har 29 hál á ein [...] enn 80 sentimetrar, men í ár var nakað at fáa av toski, sum bert var 60-70 sentimetrar til longdar. - Hetta bendir hetta á, at tilgongdin hevur verið góð. Toskurin var ikki so væl í holdum sum tey árini, [...] Bankanum. Lagt verður aftrat, at tað framvegis er sera nógv at fáa av hýsu, men hýsan var óvanliga rak í mun til onnur ár. - Eins og undanfarin ár át toskurin nebbasild og krabbadjór, og hýsan át ormar og
borgarstjórum. Tá tú byrjaði í 1985 – tá Poul Michelsen var borgarstjóri – búðu 13.600 fólk í kommununi. Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 [...] fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan. Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag. Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. Men allar [...] Mikudagin varð Jákup Simonsen heiðraður á lítlari samkomu fyri starvsfelagarnar á ráðhúsinum og nærmastu familjuna, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði honum gullheiðurstekn fyri 40 ár í starvi hjá kommununi
Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping. Komandi kappingin er fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið, sum verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali sunnudagin 28. septembur 2025. [...] saman við spælarum, ið ikki hava spælt longri enn 4 ár. 10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt. Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 7 [...] Rasmussen og Maria V. Hansen & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Eva Sarita Berg & Jákup Sørensen og Birita Clementsen & Símun Lassaberg. Tá