verið við til at byggja eina smáttu í Havnardali til skótarnar. Har er hvørki internet ella el í smáttuni, men heldur mugu skótarnir klára seg við brenniovni, petroliumslampum og primus. Orsøkin til tað primitiva [...] tey kunnu brúkast til nakað. Tað vil vónandi hava við sær, at tey traðka inn í vaksna lívið við sjálvbjargni og sjálvsáliti. So hava vit kanska rokkið málinum um at gera skótarnar til betri samfelagsborgarar [...] primus, er tað ikki fyri at gera lívið hjá teimum meiri innviklað. Heldur er tað fyri at geva teimum ábyrgd, tí so læra tey lættari. Børnini kenna seg virðismett, tá tey til dømis fáa loyvi at fáast við mat
eg bara hug at fara til Føroyar, sigur Mette. Hon hevði familju í Suðuroynni, nakað langt úti, men búði so hjá teimum ta fyrstu tíðina, áðrenn hon flutti fyrst til Havnar og síðani til Gøtu. - Íalt havi [...] fyrireikað, bæði andaliga og tónlistarliga til hetta, og tí rungar lovsangurin í høll hetta leygarkvøldið. Árliga ungdómsstevnan hjá Ebenezer við heitinum "Hvat er lívið?" er í gongd, og ungdómar úr øllum landinum [...] eldri ung eru eisini til stevnuna - teirra millum Leif. Men hvat er so tað, sum fær hann at koma higar ferð eftir ferð. - Eg veit ikki, tú. Nú byrji eg kanska at verða ov gamal til slíkt, men tað er altíð
avkastið til hann verður størri. Kakan gerst størri, og stykkini, sum verða býtt, verða størri. Tað verður sostatt meira til arbeiðsmegina - til arbeiðsgevaran - til íleggjaran - til brúkaran og til skattavaldið [...] at politiski myndugleikin ikki eggjar sjómanninum at fara til skips við skattalætta. Heldur skal sjómaðurin fara til skips, tí hann hevur hug til tað, og tí hýran er góð. - Hetta er ikki eitt álop á teir [...] liva av. Tað tilsamans er okkara livistøði. Skal livistøðið hækka er neyðugt, at lønin til arbeiðsmegina og avkastið til arbeiðsgevaran hækka. Fræls kapping um arbeiðsmegina viðførir júst hetta, tí hon beinir
móti KÍ í gjár. Tað er í samband við 2-1 málið til KÍ, at dómarin hevur valt at skrivað málið – sum var ein brølari frá B36 máverjanum – sum eitt sjálvmál. Til ber at síggja umrøddað málið við at trýsta á [...] kom púra leysur móti málinum. So stutt er millum gleði og vónbrot hjá einum málverja. - Soleiðis er lívið sum málmaður. Bjargingar eins og dropp koma og fara. Í ár tykist tað sum um, at eg havi eitt KÍ komplex
at eg ikki sendi nakra frágreiðing til FSF. Tá fekk eg eitt hvassliga orðað skriv frá FSF, tí eg ikki hevði givið frágreiðing um tilburðin, tí FSF var av teirri áskoðan, at hetta skuldi revsast, men er revsingin [...] at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar. [...] Hann heldur, at ein bót upp á 10.000 kr. als ikki hevur nakran sum helst týdning í hesum sambandi. Til samanberingar nevnir hann, at tað eitt nú kostar einar 2-3.000. kr. at taka eitt piltalið úr kappingini
bingjan kom til Føroya, og gerandisdagurin skuldi byrja, kom stóri skelkurin. Tað var ógjørligt at fáa Ýr inn á dagstovn í Havnini. - Eg gjørdist ræðuliga skuffað at tað ikki var nakað tilboð til okkum, og [...] umhugsa at flyta heimaftur? - At tey skulu planleggja sær lívið langt fram í tíðina. Vit høvdu kunna skrivað okkum upp á bíðilista, áðrenn vit komu til Føroya, men eftirsum okkara avgerð kom í so knappuliga [...] - Eg helt, at vit hoyrdu til bólkin sum Føroyar droyma um at fáa heimaftur. Barnafamilja við góðari útbúgving, sigur Mari Hamrá Hammeken. Hon hevur útbúgving sum sosialráðgevi, og maðurin Dánjal Jákup
ógjørligt er at hýsa øllum sum koma til bygdar. Tey, sum komu í báti, høvdu bátarnar til sín bústað og onnur - tó ikki so mong - høvdu tjald við sær. Nógvir gestir hava tilknýti til bygdina og hava tískil onkran [...] Ovastevnan er av, og flestu stevnugestir eru farnir heimaftur til sín sjálvs. Tey flestu fóru avstað aftur sunnunáttina og sunnumorgunin Eini 5.000 fólk á ovastevnu hesaferð. Tað er eitt stórt tal av fólki [...] onkran, tey kunnu fara til - og kanska sova hjá, tá náttin líður. Størsti parturin av stevnugestunum hava tó ongastaðni at sova og noyðast tískil at bíða eftir, at tey sleppa inn um fjørðin aftur, tá dans
úttiknir til føroyska Team Rynkeby súkkluliðið, er Sigrun Mikkelsen úr Havn. Fleiri kenna hana ivaleyst frá føroyskum hondbólti. Týsdagin fekk hon boðini, um at hon næsta summar skal súkkla til París saman [...] Føroyum. - Eg vænti at fáa eina uppliving fyri lívið. Umframt at tú verður væl fyri kropsliga, so súkkla vit jú fyri eina góða søk, sum er at savna pengar inn til krabbameinsrakt børn og teirra familjur. [...] soleiðis at teir 35 súkklararnir eru so væl fyri sum gjørligt, tá teir í juli mánað 2014 skulu súkkla til París. - Tað verður ivaleyst strævið at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Eg havi familju, f
línuskipinum Stapanum fyri eini 4-5 árum síðan. - Mær dámdi eisini væl umborð á línubáti, men lívið har umborð – og lívið umborð á Norrønu – kann als ikki samanberast. Tað er púrasta hvør sítt, leggur hann aftrat [...] hann í Naust-barrini umborð á Norrønu mánakvøldið, har hann stóð aftanfyri diskin og fylti upp í gløs til ferðandi, sum høvdu hug at leska sær við onkrum í góðveðrinum hetta kvøldið. Men Heini var ikki leingi [...] dekkinum niðanfyri var dansur og meira at gera hetta kvøldið. - Eg fari niður í hina barrina nú at hjálpa til. Kom bara niður hagar, so kunnu vit práta meira. Tænastufólkið umborð á Norrønu er rættiliga fleksibult
Býarlívið sett til viks At ítrótturin fer við nógvari tíð, er David fullgreiður um. - Tá so nógv tíð ferð til venjing og onkrum smærri kappingum, sigur tað seg sjálvt, at tú ikki hevur tíð til onnur ting, [...] eitt nú svimjing og bogaskjóting, men tað bleiv ongantíð til meir enn spæl og hugna, greiðir David frá. Fyri trimum árum síðani fekk David tó hug til at byrja at venja ein ítrótt, har hann kundi venja miðvíst [...] David frá. 11 harðir tímar Øll tann harða venjingin kom David til góðar sunnudagin, tá hann í 11 tímar og 23 minuttir svam, súkklaði og rann til ironman kappingina. - Svimjingin gekk júst, sum hon skuldi