hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har. – Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom fólk fyri at verja [...] Umleið 50.000 kristnir palestinar búgva á Vestara áarbakka og í Jerusalem. Fleiri av týdningarmestu heilagu støðunum í kristnu trúnni eru í økinum. RITZAU/Reuters [...] sum stongt hernaðarøki vegna harðskapsálop, ið ísraelar hava framt í økinum. Taybeh er ein av fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk
fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági. [...] nemliga el- verkið í Botni í Vági. Ljósfestin í ár er sostatt tann sætta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021. Ljósfestin í ár byrjar longu í kvøld fríggjakvøldið 14. august og endar sunnukvøldið [...] Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði
senda eina kærleiksávaring til fólk okkara um at taka við ávaring. Tað, sum vit velja her í lívinum, fer at avgera, hvar vit verða í ævinleikanum – heima í Himli ella í fortapilsinum. Gud hevur gjørt alt [...] eisini um tað, sum kom at búgva í menniskjanum eftir fallið í Edens urtagarði – slíkt sum ger, at vit eru útistongd frá ríki Guds. Skulu ikki arva ríki Guds Paulus sigur í 1. Kor. 6,9-10: ”Vita tit ikki [...] at Gud skapti okkum við øllum hesum áðurnevnda, sum býr í okkum í dag? Nei, tá ið Gud skapti menniskjuna, búði einki slíkt í henni, tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt –
teimum húskjum, sum hava lægstu inntøkurnar. Nógv fólk innkallað í dag Trivnaðarnevndin byrjaði fundin klokkan 9 í morgun, og ein røð av feløgum eru innkallað í sambandi við málið. Landsfelag Pensjónista skuldi [...] reglum er 5.000 krónur í 2026, verður sambært uppskotinum hækkað upp í 12.000 krónur. Samstundis verður inntøkumarkið hækkað úr 300.000 krónum upp í 350.000 krónur, so fleiri húski fáa møguleika at søkja um [...] vaksnum hækkar markið úr 50.000 upp í 70.000 krónur, meðan tað hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri hækkar úr 70.000 upp í 90.000 krónur. 400 til 500 húski Í 2025 vóru tað góð 400 húski, sum fingu
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
leggur aftrat: - Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið. Martin Kristoffur Kristiansen skrivar [...] Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið. Nógv fólk kring heimin vóru spent at fylgja fyribrigdinum. - Her heima darvaðu skýggj útsýnið nógvastaðni kring [...] standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum. Hann leggur aftrat, at hetta var ein stutt, men serlig løta á Eiði mikukvøldið.
og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett á adressunum. Hini 541 vóru tøk [...] Einki landsumfatandi dagamark er ásett fyri stutttíðarleigu. Útleiga verður í staðin regulerað eftir øðrum reglum, millum annað eftir bústaðarslagi og nýtslu. Samanberingin vísir, at Danmark, Ísland og Svøríki [...] og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað
Og hví hava tit í samgonguni valt at fara henda vegin? Hví játtaðu tit longu í februar 2 milliónir krónur til verkætlanina og samstarvið við SST, samstundis sum endaligu loyvini eftir tí, sum eg skilji [...] sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar. Men eg sakni, at tú í sama mun svarar teimum spurningunum, hon faktisk setur. Tað er altíð lættari at skjóta eftir persóninum [...] áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk ella súkklarar. Eg eri gongufólk. Eg eri uppvaksin í Havn. Eg havi hús í Havn. Eg eri útiseti – og eg elski at koma heim oftani
á Hadsten Skole í Eysturjútlandi er skelkað og stúrið, eftir at tríggir dreingir í dag vórðu skuldsettir fyri at hava ætlað at fremja eitt yvirgangsálop á skúlan. Tað sigur formaðurin í skúlastýrinum, Henrik [...] einum barni í skúlanum, so tað er natúrligt at vera stúrin, sigur hann. Í morgin verður kunningarfundur hildin á skúlanum, har umboð fyri løgregluna, Favrskov kommunu, skúlan og skúlastýrið fara at luttaka [...] lagt ætlanir um at særa ella drepa fleiri fólk á skúlanum. Ætlanirnar skulu hava verið lagdar gjøgnum samskifti á Discord og Telegram. Teir tríggir vórðu handtiknir í morgun, áðrenn nakað álop varð framt.
sjálvsagt innandura. Tey sjey kømrini, sum fara at venda eystureftir, fara at hava gott útsýni eystur í hav, og hini kømrini fara at hava útsýni niðan í bygdina í Skálavík, sigur Martin Karl Olsen. Vit kunnu [...] kann leika í. Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - [...] elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í fyrru byggingini, verða tað í størst møguliga mun veitarar í Sandoynni, sum fara at gera verkætlanina lidna - við