eksisteraðu í mai í ár. Nú standa tey her, og tú kann njóta tey púra ókeypis. Alt døgnið. Hetta er fyri børn, ung og vaksin. Og uttan mun til, hvussu nógv tú hevur á kontuni. Her eru øll á jøvnum føti. Og her [...] líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til Føroya, tí tey hava sæð veggjamálningarnar. Fólk í Hetlandi hava spurt, um We Need Art kann [...] Emblu Rán til 76 ára gomlu Sigrun Gunnarsdóttir verið við. Og tað eri so deiliga lívsjáttandi at uppliva. Og øll stuðla hvørjum øðrum. Tað sigur kanska meira um verkætlanina enn nógv annað. Tú nýtist ikki
avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni (homuseksulitetur), ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn [...] Himli ella í fortapilsinum. Gud hevur gjørt alt, sum skuldi til, fyri at frelsa okkum frá hesum vanda. - Hann gav elskaða Son Sín í deyðan fyri teg og meg. Álvarsami spurningurin er: Hvat gert tú við frelsu [...] alt hetta áðurnevnda til fulnar! – Hvat hevði tað ikki havt við sær av sorgarleikum! Víst snáva vit øll í mongum, men haðani og til at hátíðarhalda tað, sum var ein av orsøkunum til, at Sodoma og Gomorra
Tórshavnar kommuna skal rinda 2 milliónir til eina fjallasúkklubreyt til Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon. Samlaða verkætlanin var upprunaliga mett til beint undir 10 milliónir, so helst kemur okkurt [...] Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin hjá reiðfólkum, ið hava verið í økinum í eitt mannaminni. Eisini er breytin meira umráðandi enn atlit til náttúru. Bæði Yvirfrið [...] frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin nevnir, at feløgini eru hoyrd og atlit verður tikið til hoyringssvarið, har eri eg
og tú dámdi altíð at hava góða ferð á, líkamikið hvat tú gjørdi. Løturnar vóru eisini góðar, tá vit spældu borðspøl. Tú vildi endiliga vera uppií og vildi helst vera í parti við øllum, mangan til forargilsi [...] aftur, og serliga aftur til Vágs. Tú vart so glaður fyri, at vit keyptu húsið frá tykkum. Og tá eg seinni renoveraði, fylgdi tú so væl við í øllum. Tú ynskti altíð at vita, hvat nýtt var hent síðani seinast [...] merktu abbabørnini eisini so væl. Tú vart altíð har fyri okkum og vísti, at tú ynskti at vera saman við okkum. Tú tímdi so væl at fjolla fyri gentunum, tá ið tær vóru yngri. Tú rann rundan um stovuborðið eftir
skeivt, leggja betur merki til tað, sum hóskar til tað, vit longu halda, og hava lyndi til at gera almennar niðurstøður út frá einstøkum hendingum. Jørðin sær fløt út. Sólin sær út til at ferðast kring okkum [...] at læra, hvussu vitan verður til: Hvussu vita vit, um ein kelda er álítandi? Hvat er munurin á samanhangi og orsøk? Hví kunnu tvær kanningar koma til ymiskar niðurstøður? Hvat merkir vísindalig óvissa? Og [...] Tað, sum sjómaðurin, bóndin, handverkarin ella sjúkrarøktarfrøðingurin hevur sæð og roynt í áratíggju, er sera virðismikið. Slík vitan skal ikki skúgvast til viks. Men royndir hjá einstaklingum og skipað
blivu til eina kommunu í 2005, hevur samanlagda Sunda kommuna havt støðugan fólkavøkstur at kalla øll árini. - Árini aftaná Eysturoyartunnilin lat upp, noyddist kommunan tó at fyrihalda seg til ein nýggjan [...] nýggjan landafrøðiligan veruleika, hvat samferðslukervinum viðvíkur. Hetta sást eisini aftur í til og fráflytingini nøkur ár aftaná. 1. august 2023 var fólkatalið í Sunda kommunu tað hægsta nakrantíð, tá [...] gott 5 mió. meira enn væntað. At kommunan selur nógv grundstykkir, hevur stóra tilflyting og hægri skattainntøkur setur eisini krøv til politisku raðfestingarnar komandi tíðina. - Baksíðan á medaljuni í
dagamark rætta svarið? Um hotell hava strangari krøv til eitt nú brunatrygd, heilsuviðurskifti ella skráseting, ber til at seta samsvarandi og lutfalslig krøv til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er [...] bústaðnum, har útleigarin hevur sín fasta bústað, og undir ávísum treytum í einari aðrari ogn uttan fyri tættbygt øki, sum viðkomandi eigur. Vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum til stutttíðarleigu verður [...] gera tað. Sambært serligu viðmerkingunum til § 2 er einki niðara mark. Tað ger stóran mun, um eitt lógligt vinnuligt gistingarvirksemi kann rekast 200, 90, 30 ella 10 dagar um árið. Jú størri inntrivið er
haldi eg, at tú gert Nina Brockie Hansen órætt. Tú brúkar nógv pláss upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar. Men eg sakni, at tú í sama mun [...] rossafólk ella súkklarar. Eg eri gongufólk. Eg eri uppvaksin í Havn. Eg havi hús í Havn. Eg eri útiseti – og eg elski at koma heim oftani um árið. Heim til Havnar. Til VesturVarða. Til Vesturbýin. Til Havnardal [...] at tú sigur, at kjakið er farið av sporinum – samstundis sum ein stórur partur av tínum egna uppleggi snýr seg um, hvat er sagt og hvat er skeivt. Kanska átti fokus heldur at verið á hesum: Hvat er tað
líka upp til mønuna ella enn longur. Samstundis sum tín urtagarður fríðkast og veksur, reisir seg spurningurin, um grannar og grannaløg hava somu gleði av vøkstrinum sum tú. Hvørja gleði hevur grannin av [...] er ein vánalig støða, ið skjótt kann elva til illstøðu og ósemju millum grannar. Hetta, tí eingin myndugleiki hevur tikið støðu til tað, so tað er púrasta upp til grannalagið at loysa møguligar trupulleikar [...] verið grønari, sum hevur so nógv at siga í hesum tíðum, at vit seta niður smá trø í okkara egna urtagarði, fyri síðani at fylgja við, hvussu tey vaksa. Summi av hesum trøum vaksa hálvan til heilan metur um
men henni feilti einki, hon var bara alt ov lítil, og óbúgvin. - Tá tá tú sært barnið fyrstuferð, ivast tú um tað er fuglur ella fiskur. Alt er evarska lítið, húðin er reyð og loðin, og kroppurin fer út [...] n kom at hyggja til Katrinu á føðideildini, og tað var gott at hava eitt líðandi skifti frá sjúkrahúsinum, til farið var heim. Heilsufrøðingurin fylgdi menningini hjá Katrinu, líka til hon fór at ganga [...] menniskjanum, tí tú fart einki gjørt. Har vóru leidningar, slangur og pipparí, allatíðina. Ofta steðgaði dóttirin at anda, tá fóru alarmar frá, og læknar og sjúkrasystrar komu rennandi. - Tú noyðist at rista