dagstovn í Havn. Foreldrini at hesum hálvt fjórða hundrað børnunum eru meir og minni í eini óhaldbarari og desperatari støðu, sum nívir tey hvønn tíma í døgninum, sum oyðileggur familjulívið og sum í síðsta [...] arbeiða aftur í mai, fekk unga gentu í húsið, men longu eftir tríggjar vikur fór hon í annað starv. Kanska kundi eg fáa eitt dagrøktarpláss, varð sagt, men so var ikki og frá síðst í mai til í august høvdu [...] morgin. Í fimmaranum í útvarpinum mikudagin hoyrdu vit søguna hjá Bryndis á Dunga í Havn. Og henda dagin Sosialurin hittir hana er hon heima hjá dóttrini, tí eina dagrøktarmamman er sjúk. Bryndis og maðurin
uppí 150 fólk á virkinum. Seinastu tíðina hava eini 80 fólk arbeitt á virkinum. Tvs, at virkið hevur føtt og klætt 80 húski, ella næstan 300 fólk. Tað vil aftur siga eini 11-12% av vágafólki, tí í Vágum búgva [...] vit havt góð kort í hondini eisini. Og tað hevur nú givið úrslit. Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági, sigur, at nú er lagið betri á vágafólki. Tí fyribils verður flakavirkið í Miðvági ikki stongt [...] hvussu so er fyribils. Í øllum førum hava tey fingið eitt skotbráð at arbeiða í og at royna at finna útvegir fyri at keypa virkið sjálvir. Týsdagin vóru stjórin í Føroya Fiskavirking, Jákup Mørkøre, og nev
vísti á? Vit fingu jú eisini nógv innlit í hvussu tingini fungera í grannalondum. Eg skilti eisini á lagnum at okkurt nýtt er í umbúna hjá okkum júst hvat viðvíkur kombinatiónum í starvssetanum, soleiðis at [...] á hesum øki; tí her er sum sagt nógv at tríva í? « »Tað er eisini ein spurningur um hvussu markið millum sang og tónleik skal setast í praksis, tí sangur hevði kanska í nógvum førum kunnað sorterað undir [...] ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum 22. og 23. oktober um evnið. Ein av hesum musikklærarum er Atli Petersen, sum í nøkur ár hevur búð og undirvíst í Vestmanna. Hann fegnaðist um ráðstevnuna og menningina í Musi
Hagstovan hevur kunngjørt tøl fyri, hvussu nógv fólk eru vinnuliga virkin í Føroyum. Av teimum 35.300 føroyingunum, sum eru millum 15 og 74 ár, eruum 30.000 vinnuliga virkin. Samlaði vinnutíttleikin er [...] kynini. Í Norðoyggjum og Suðurstreymi, har vinnutíttleikin er størstur, er tað tí í stóran mun kvinnurnar, sum gera munin. Meðan vinnutíttleikin millum menn í Norðoyggum og Suðurstreymi er lægri enn í Eysturoynni [...] Eysturoynni, Norðstreymi og í Vágunum, er títtleikin millum kvinnur væl hægri, 85,3 prosent í mun til undir 82 prosentum í hinum støðunum. Í Sandoy er vinnutíttleikin millum kvinnur heilt niðri á 73,6 prosentum
ein eldri sonur kundi fáa íbúð hennara í Havn. Hon hevði hugsað at við at flyta til Norðskála, kundi hon fáa mannin úr misnýtaraumhvørvinum. Hetta var í januar í ár. Ein dag hevði hann spurt, um hann ikki [...] staðni, fyri tað mesta í handlum í Havn. Maðurin hevði yvir fyri politinum brúkt vendingina, at hon valdi at venda blinda eygað til. At hon ikki vildi vita. Tað svaraði hann einki til í rættinum, men hann [...] inn at vitja mannin í varðhaldinum. Tey duldu ikki fyri rættinum, hvussu fegin tey vóru um at síggjast aftur. Sótu og hildu um hvørt annað allan dagin, kystust og klemmaðust. Nógv stóð á kvinnuni á ræ
verið sera virknir í føroyskum tónleiki í nógv ár. Ov keðiligt niðri Uni og teir vóru við í Prix Føroyum fyrr í ár, og hóast bólkurin hevði spælt í eitt hálvt ár frammanundan, so var tað í hesi kapping, at [...] verið í Danmark, har hann hevur fingið frálæru í gittarspælari. ? Tað var ikki so inspirerandi at vera í Danmark, eg vil heldur vera í Føroyum. Í Danmark er tað ov keðiligt, tað er tætt og stressað í Key [...] Treo hevur eitt lítið ár á baki og hevur spælt á ymsum støðum í Havn. Bólkurin var eisini við í Prix Føroyar kappingini í ár, og har komu teir í hálvfinaluna. Stigtakari til bólkin er Uni R. Debess, sum nú
stylistur bara letur fólk í út frá sínum egna smakki. Endamálið er at fáa fólk at kenna seg væl og at trívast í klæðunum, tey eru í, sigur Sunneva Thorsteinsson við Rákið. Fyri at fáa fólk at trívast, er neyðugt [...] tey finna útav, hvat klæðir teimum, og hvussu tey skulu lata seg í. Ein stylecoach kann hjálpa fólki við at finna bestu síðurnar av útsjóndini fram og vísa á, hvussu tær verða gagnnýttar sum best. Hinvegin [...] Sunneva Thorsteinsson, sum er leiðari á deildini Stíl & Snið á Tekniska Skúla í Havn, er bæði hárfríðkari og kosmetologur. Fyrsta dagin verður hon liðug sum stylecoach, sum hon hevur lært hjá donsku m
Róligari jól í Tansania Sandsprestur og familjan hava ikki bara upplivað jól í Føroyum. Undir gudfrøðislestrinum í Stavanger í Norra, hildu hann og konan nøkur jól í Norra, og í fimm ár búðu tey í Mara í Tansania [...] trúboðari og seinni prestur í luthersku kirkjuni í Mara stifti í trý ár. – Jólini í Tansania vóru heilt øðrvísi enn her í Føroyum. Av tí at tað ikki vóru so nógv onnur tiltøk í sambandi við jólini, so fingu [...] eri eg á skift í kirkjunum í Sandoynni, sigur Havstein Klein. Prestur er vanliga ikki í Stóru Dímun ella í Skúvoy á jólum. Føst siðvenja Hann vísir á, at tað er sera siðbundið í Sandoynni, í hvørjum kirkjum
øð í Havn. Sorgin er framvegis hjá teimum, men tey eru farin ein túr av landinum. Tey syrgja øll yvir Toke, førarahundin, sum Ruth hósdagin í seinastu viku læt avlíva. Toke hevði eitt stórt pláss í familjuni [...] hevði epilespi. Hann orkaði ikki longur at leypa inn í bilin, men mátti hjálpast, og tað var ein fyritøka at fara upp gjøgnum trappurnar. Tá ið hann so í hinari vikuni fekk nýggj herindi av epilepsi, skilti [...] ivi var framveigis í mær, men tað hjálpti væl, tá ið djóralæknin Jústinus Olsen segði, at Toke hevði fleiri knyklar. Tað hjálpti henni væl at taka avgerðina, at onnur høvdu sagt, hvussu veikur og ússaligur
á býarrondini. Men hetta varnaðust summi, seldu í miðbýnum og fingu fitt av peningi at leypa av í einum umbýti við íbúð í nýggju búsetingunum ymsastaðni í býnum. Marknaðurin virkar ikki At prísirnir falla [...] bústaðarmarknaðinum – og serliga ikki í Havn. Við gjaldsskáum hava fólk ráð at bíða leingi. Ofta eru húsini fíggjað upp undir skorsteinin, og tí hava bankarnir heldur ikki áhuga í at lækka prísirnar. Harnæst eiga [...] longur hava ráð at búgva ella búsetast í Havn. Sum nú er, er gongdin soleiðis, at tað skulu minst tvær góðar inntøkur fyri at klára at gjalda fyri eini hús ella íbúð í Havn, og hetta skapar á ongan hátt gró