ngin í gokart fyri deyv verður mett sum ein lutfalsliga stór kalpping á høgum stigi. Seinast Ian Andersen var við í EM-kappingini, var í 2012. Síðan hevur hann hildið ein steðg í nøkur ár, men í 2016 var [...] var hann við í eini gokart kapping á danska landsliðnum. Tann kappingin var í Fraklandi, og tá gekst teimum væl. Í kappingini í Kekkia í september gekst heilt væl. Ian vann “pole position” og øll heatini [...] verður, at nakað av fjáltri var á Iani áðrenn finaluna, tí tað regnaði, og hann metti seg ikki vera sterkan at koyra í vátlendi. Men Ian Andersen tók øll á bóli, tí hann var 2,3 sekund skjótari hvørt umfar
Tá Mette Frederiksen, og aðrir danskir ráðharrar, vóru í Føroyum í juni í ár, lovaðu tey at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum. Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, [...] Skaale sigur í eini fráboðan í morgun, at svarið er nú komið, og har vissar løgmálaráðharrin um, at fongslið verður bygd. Eg leggi dent á, at avgerðin hjá stjórnini um at byggja nýtt fongsul í Føroyum, stendur [...] leggur stóran dent á at hava nøktandi fongsulsviðurskifti í Føroyum soleiðis at flest allir føroyskir fangar, kunnu sita allan dómin í Føroyum, í kendum umhvørvi og har familja og vinir eru beint við. Sum
mánadagin, tað er í ovurmorgin, ella eina viku fyri ætlan. Ætlanin var annars at loysa frá landið á skipasmiðjuni í gjárkvøldið, og at fara undir rutusigling aftur í annaðkvøld. Men har riggaði ikki alt, sum tað [...] skipamiðju í Munkebo á Fjóni til eftirlit. Eftir ætlan skuldi Smyril setast aftur í rutusigling mánadagin 3. oktober. Men arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at nú er greitt, at hann kemur aftur í sigling [...] var tað ikki fyrr enn á miðdegi í dag at hann loysti. Fyrsti túrurin var ein royndartúrur fyri at vita um alt var, sum tað skuldi. Kósin varð sett til Skagen og tá ið tað vísti seg, at alt var í ordan,
nakað nær føroyameistaraskapinum í ferðavinnu. Í gjárkvøldið var valfundur í hugnaligu hølunum Edge í Mikladali. Har hoyrdu vit um, hvussu tey kýta seg í øllum fýra bygdum í Kalsoynni at fáa tað at bera til [...] megnar als ikki trýstið um sumrini. Hetta er ikki bara galdandi fyri Kalsoynna. Fugloy og Svínoy hava eisini gamalt skip at røkja sigling, og Nólsoy og Hestur eru í somu støðu. Tað ber ikki longur til [...] gerandisdagin og tørvin á útoyggj og dagføra útoyggjaálitið, so hetta tekur støði í tí veruleika, útoyggjarnar eru í í dag. Vit í Tjóðveldi vilja raðfesta farleiðirnar. Vit vilja fegin skapa fortreytir fyri
til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður í Svøríki og í Pólandi, dagarnar 11. til 29. januar. Men nú er stórt misnøgdsemi hjá fleiri av evropeisku landsliðunum, ið skulu taka lut í HM-endaspælinum, [...] sum kánus: - Í Svøríki er koronatíðin farin, og korona er ikki longur klassifiserað sum ein sjúka, ið er vandamikil fyri samfelagið, sigur Michael Appelgren við Aftonbladet. Í bæði Svøríki og í Pólandi undrast [...] krav um, at fær ein leikari staðfest, at viðkomandi er fongdur av koronu, so skal hesin leikarin í sóttarhald í minst fimm dagar. IHF krevur, at allir leikararnir hjá øllum 32 luttakaralondunum skulu kannast
raktur av einum bili. Stoyturin var ikki so øgiliga harður, men maðurin fór um koll og hevur skurðslað seg. Men tað ringasta er, at í fallinum sló hann eisini andlitið í og breyt framtenninar. Sjúkrabilur [...] eftir einum gonguteigi, hava eina serliga verju í lógini. Tað merkir somuleiðis, at revsingin fyri at koyra á fólk í einum gonguteigi, er eisini serliga hørð. Í slíkum føri er sostatt rættiliga stórur vandi [...] Beint eftir klokkan níggju í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði koyrt á ein mann við rundkoyringina ovarliga á Glyvursvegi á Argjum. Maðurin var á veg tvørtur um vegin
Talan gjørdist ikki um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í svenskum hondbólti í dag. Í bestu deildini vóru Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof í Stokkhólmi fyri 26-27 tapi móti Hammarby. Sebastian Karlsson [...] máltalvuna í dag. Hetta er bert aðru ferð hetta kappingarárið, at Sävehof tapir ein dyst í bestu deildini. Sävehof er næstfremst í deildini við 33 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad. Í næstbestu [...] brotskastið í netið, og so kundu stokkhólmarnir fegnast um sigurin á gøteborgarunum. Í steðginum var Hammarby á odda 16-15. Óli legði upp til mál hjá sínum viðspælarum sum vant, men kom ikki sjálvur á
Tað er ikki hissini avrik at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið [...] var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816, Jørgen-Frantz Hammershaimb. Aftan á at pápin doyði í 1820, flutti hann av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar saman [...] at hvørva. Tá var tað miðskeiðis í 19. øld, at áhugi skaptist millum lærdar menn fyri føroyska skriftmálinum. V. U. Hammershaimb, sum læs gudfrøði í Keypmannahavn, var í hesum umhvørvi og gjørdist partur
tann trupulleikin ikki loysast við at seta ein høvding afturat í Fólkakirkjuni, sum hann mál bar seg. Hann vísir á, at Fólkayvirlitið førir skrásetingarnar í kirkjubókunum um aftur, so í roynd og veru er [...] veruleikin ikki. Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at loyva bispi at seta ein dómpróst afturat. Tað er ein dómpróstur í landinum og hann hevur ov nógvar umsitingarligar uppgávur. Eitt nú førir leiðslan í Fól [...] Prestar í Føroyum hava ov nógv at gera og tí skulu nakrar byrðar lyftast av teimum. Tað halda tveir tinglimir fyri Fólkaflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen. Tað er onkur, sum hevur sagt í skemti
Dennis Holm sigur, at hjálpimotorarnir vórðu keyptir í fjør og skulu so setast í í ár. Men á fíggjarlógini, sum undanfarna samgonga legði fram í heyst, varð eingin játtan sett av til arbeiðið. – Ætlanin [...] Smyril skal aftur á beding seinni í ár. Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum. Smyril skal hava nýggjar hjálpimotorar og á fíggjarlógini fyri í ár eru 15 milliónir settar av til [...] nú er lagt fram. Dennis Holm sigur, at tað, sum hevur ligið í kortunum er, at Smyril skuldi takast úr sigling í seks vikur einaferð seinni í ár, ímeðan hjálpimotorarnir vórðu skiftir, og hesa tíðina skuldi