Ring tíðindi hjá suðuroyingum: Smyril aftur í dokk

Í nakrar dagar seinni í ár fer Herjólfur aftur at sigla einsamallur ímillum Suðuroynna og Havnina

Smyril skal aftur á beding seinni í ár. Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum. Smyril skal hava nýggjar hjálpimotorar og á fíggjarlógini fyri í ár eru 15 milliónir settar av til endamálið.

 

Dennis Holm sigur, at hjálpimotorarnir vórðu keyptir í fjør og skulu so setast í í ár. Men á fíggjarlógini, sum undanfarna samgonga legði fram í heyst, varð eingin játtan sett av til arbeiðið.

 

– Ætlanin var, at Strandferðslan skuldi fíggja tað av rakstrinum, men hetta er so stór upphædd, at tað hevði illa borið til, sigur hann. Og tí hevur Strandferðslan nú fingið 15 milliónir á fíggjarlóg, sum nú er lagt fram.

 

Dennis Holm sigur, at tað, sum hevur ligið í kortunum er, at Smyril skuldi takast úr sigling í seks vikur einaferð seinni í ár, ímeðan hjálpimotorarnir vórðu skiftir, og hesa tíðina skuldi Herjólfur so røkja siglingina einsamallur.

 

Men hann sigur, at tá ið hugsað verður trupulleikarnar, sum vóru við siglingini í fjør, tá ið Herjólfur sigldi einsamallur, var hetta ein loysn, sum ikki kundi góðtakast.

 

Tí verður nú arbeitt við eini loysn, har ein stórur partur av arbeiðnum verður gjørt ímeðan Smyril er í sigling. Men kortini slepst ikki undan at taka Smyril úr sigling í einar tíggju dagar og hesar dagarnar fer Herjólfur at sigla einsmallur. Tað er ikki heilt greitt nær hetta verður, men tað má so verða áðrenn leigumálið fyri Herjólf gongur út í septembur.

 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at hann hevur heitt á Strandferðsluna um at royna at finna eitt annað avloysaraskip fyri Herjólfur, meðan hjálpimotorarnir verða skiftir. Men hann ásannar samstundis, at tað er lættari sagt enn gjørt við so stuttum skotbrái.