Talan gjørdist ikki um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í svenskum hondbólti í dag.
Í bestu deildini vóru Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof í Stokkhólmi fyri 26-27 tapi móti Hammarby. Sebastian Karlsson javnaði fyri Sävehof til 26-26 tá 15 sekund vóru eftir av dystinum. Men ólukkutíð fekk Hammarby brotskast beint undan, at hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni. Oliver Wigmark setti brotskastið í netið, og so kundu stokkhólmarnir fegnast um sigurin á gøteborgarunum.
Í steðginum var Hammarby á odda 16-15.
Óli legði upp til mál hjá sínum viðspælarum sum vant, men kom ikki sjálvur á máltalvuna í dag. Hetta er bert aðru ferð hetta kappingarárið, at Sävehof tapir ein dyst í bestu deildini.
Sävehof er næstfremst í deildini við 33 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad.
Í næstbestu deildini vóru Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir hjá oddaliðnum, AMO á útivølli fyri einum sensasjónellum tapi fyri IFK Karlskrona, ið liggur fjórðaftast í deildini.
AMO tapti 28-29, har heimaliðið skoraði sigursmálið heilt móti endanum. Talan er um fyrsta tapið hjá oddaliðnum, AMO hetta kappingarárið.
Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Blaðið, Blekinge Läns Tidning nevnir tapið hjá Pæturi og liðfeløgunum størstu sensasjónina í næstbestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Pætur stríddist sum vant í verjuni, og vann liði sínum nøkur brotskøst, men hann var ikki millum málskjúttarnar hesaferð.
AMO er framvegis fremst í næstbestu deildini við 32 stigum, men nú er Karlskrona (hitt liðið úr Karlskrona) bert tvey stig aftanfyri AMO á stigatalvuni. Bert nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey, trý og fýra mugu spæla uppflytingardystir móti liðum úr bestu deildini, og tað kann ofta vera ein møtimikil uppgáva.