tað ber til at taka plasma frá fólki, sum hava havt korona-virus og lata hetta til sjúk fólk, sum treingja til heilivág, og hetta kann sambært blaðnum og professaranum gerast munurin á lívi og deyða hjá [...] sum gerast álvarsliga sjúk. John Torgils Vaage, professari, sigur, at talan kann gerast um vikur, til viðgerðin - um royndirnar fara at eydnast - kann setast í verk. Blóðplasma er tann parturin av blóðinum [...] sum fær plasma, ímóti korona-virusinum, sigur professarin, John Torgils Vaage. Ein størri grein um hetta arbeiði, sum nú er í gongd á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo, kann lesast á www.nrk.no . ##med2##
fýrverksshowið fingu vit orð á Marko, sum segði, at hetta var tað mest ótrúliga hann hevði upplivað í lívinum. “Hetta er svakt, óveruligt, heilt ótrúligt – og hetta er ein av størstu upplivingum í mínum lívi” [...] Ár um ár veksur talið av útlendingum, sum leita til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági, og í ár var onki undantak, skrivar sudurras.fo.. Nýggjársaftansdag hitti Suðurrás Marko, sum saman við konu síni [...] síni, er komin úr Meksiko býi til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági. Marko hevði hoyrt um stórslidna nýggjárshaldið í Vági, og greiddi hann frá, at tá hann so sá filmsupptøkur á Youtube við stórari
rokningina til føroysku kommunurnar at gjalda, heili 25 mió kr. Hetta er ófrættakent og fer út um øll mørk av frekleika. Fyri Havnina merkir hetta eitt inntriv í fíggjarætlanina á 10 mió. Svarandi til eitt [...] til fyritíðarpensjónistarnar. Vit gleðast um, at fyritíðarpensjónistarnir fáa ein fíggjarligan bata, men vit eru skelkað av háttinum, landsstýrið hevur gjørt hetta uppá. Landið hevur fulla ábyrgd av fyri [...] seg til eina avtalu við kommununa um at gera innkomuvegin lidnan tá koyrandi verður ígjøgnum eysturoyartunnulin í 2020, so er ongin játtan sett av til endamálið. Hetta er ein katastrofa og kann als ikki
Hann skilir ikki hví hetta skal koma nú, tí sum hann sigur, so var semja um 0.5%, men at ein nevnd skuldi kanna ávirkanina, ið hetta kom at hava á tænastur, ið kommuna veitir. Hetta velir mann nú at ganga [...] tá uppskotið um fíggjarætlan fyri 2017 kemur fyri. Les eisini: Fólkaflokkurin vil virka fyri einum so lágum skattatrýsti sum til ber Bogi Andreasen sigur, at núverandi býráð hevði ætlanir um at lækka sk [...] fara tey eftir ætlan at borreiða við eini lækking á 0.75%. Gunvør Balle hevur sagt fyrr í dag, at hetta passer nýggju samgonguni illa, tí tað forstýrar teirra ætlanir á m.a. eldraøkinum. Sjúrður Olsen,
at Tjóðveldi sær hetta sum ein spurning um tjóðarbygging og hann vónar, at hetta fer at eggja til at játtanina til mentanarøkið sum heild, verður hækkað. Jørgen Niclasen vísti á, at hetta verður ein allur [...] gjørdu umboð fyri teir fýra flokkarnar greitt, nú Løgtingið í morgun er farin at viðgera uppskotið um at stuðla saltsilo-ætlanini. Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum staðfesti, at nakrir spurningar vóru [...] mentanarliga lívið. Hann heldur, at tað kemur so nógvur peningur uttanlands, at tilsamans verður hetta ikki ein útreiðsla, men ein inntøka fyri landskassan. Men hann metir eisini, at tað hevur stóran týdning
uppsagdur. Vit hava tosað við Jose Mourinho, og partarnir eru samdir um, at tað besta fyri allar partar er, at samstarvið steðgar eftir hetta kappingarárið, segði Florentino Perez á tíðindafundi, sum Real Madrid [...] tíggjunda Champions League heitið til steypaskápið hjá felagnum hetta hóast liðið øll trý árini spældi seg fram til hálvfinaluna í kappingini. Hetta seinasta árið hevur tó leingi verið greitt, at áskoðararnir [...] týðiligari ábendingar verið um, at nýggi arbeiðsgevari hansara verður Chelsea, sum hann áður hevur vant við framúr góðum úrslitum. Tað hevur tó tikið sína tíð at staðfesta hetta skiftið. Chelsea hevur ikki
koyra í miðal 500 bilar gjøgnum Sandslíð. Hetta er ikki nøkur autostrada teir koyra eftir, tí vegurin er bæði smalur og ótíðarhóskandi til ferðsluna í dag. Hetta veit oyggjarfólkið, men nú er støðan vorðin [...] Hjá landsverki eru tey fult greið um umstøðurnar hjá teimum sandoyingum, sum dagliga eru tvungnir at koyra gjøgnum Sandslíð. Í løtuni verður arbeitt við eini verkætlan um gerð av nýggjum vegi gjøgnum líðina [...] Neyðugt er at gera átrokandi ábøtur á partar av vegastrekkinum. Tvey feløg eru biðin um at koma við tilboði uppá hetta arbeiðið. - Ymiskar loysnir verða kannaðar í løtuni, - eisini møguleikin fyri at gera
Tað kann deyðin gerast hjá teimum, ið framyvir ætla at verða brend í einum krematori’um. - Kostnaðurin fyri hetta kann lættliga økjast til tað tvífalda í Aalborg – og kanska til tað trífalda í Hjørring [...] 3500 krónur um nøkur fá ár, og í Hjørring heilt upp í 4500 krónur. Orsøkin til stóra prísvøksturin er, at krematori’ini skulu reinsa roykin frá ovninum við filtrum frá 2010. Umframt hetta skulu tey gjalda [...] lógaruppskot er júst vorðið útsett til komandi fólkatingsár, men hetta sissar kortini ikki Allan Vest. Hann sær fyri sær eitt hálvt ár við óvissuni um, hvørji krematori’ir skulu rekast framyvir. - Fullkomið b
vóru samd um, at hetta kundi verða eitt av tónlistarligu hæddarpunktunum í ár, men soleiðis varð als ikki. Eclipse er kent fyri at halda nøkur sera góð dansikvøld og tí var eisini lagt upp til hetta fríggjakvøldið [...] alt. Hóast ein seðil við inngongdina upplýsti, at Alex hóast alt ikki kom hetta kvøldið, vóru sera nógv, ið ikki høvdu frætt hetta. Ein stórur partur av dansandi fólkunum høvdu nevniliga keypt atgongumerkini [...] goldið so nógvan penging fyri at hoyra ein sangara, følir man seg hildnan fyri gjøldur, um hesin sangarin als ikki kemur. Um 3-tíðina kom Lizzie endiliga á pallin og spældi nøkur vælumtókt løg, sum hava verið
minkaði Jónas Warner um munin til 2-1, tá ið klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Hetta var fyrsta málið hjá Jónasi, síðani hann aftur fór at spæla við B71. Hetta var triði dysturin [...] málskjúttar. Hetta var fyrsta málið hjá Jónatan í 1. deild í ár, og hetta var sætta málið hjá Jákupi Martin Jarnskor, sum saman við Rana Hansen er toppskjútti hjá víkingunum í næstbestu deildini. Hetta var triði [...] at útsetti dysturin frá 12. umfari millum KÍ og B71 verður spældur mikudagin 7. august í Klaksvík. Um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti TB, og B71 fer at spæla á útivølli ímóti B36.