Mourinho gevst í Madrid

Tað hevur leingi verið í væntu, og nú er tað staðfest. Real Madrid skal hava nýggjan venjara í komandi kappingarári.

Hesum boðaði forsetin í kongaliga spanska høvuðsstaðarfelagnum frá í dag.

- Eingin hevur sagt upp og eingin er uppsagdur. Vit hava tosað við Jose Mourinho, og partarnir eru samdir um, at tað besta fyri allar partar er, at samstarvið steðgar eftir hetta kappingarárið, segði Florentino Perez á tíðindafundi, sum Real Madrid helt í dag.

Mourinho hevur verið venjari hjá Real Madrid í trý ár. Fyrsta árið vann hann steypakappingina, næsta árið vann sponsku la Liga og hetta kappingarárið vann hann Super Cup, sum er dystur millum meistarar og steypavinnarar. Tað eydnaðist honum tó ikki at vinna tíggjunda Champions League heitið til steypaskápið hjá felagnum – hetta hóast liðið øll trý árini spældi seg fram til hálvfinaluna í kappingini.

Hetta seinasta árið hevur tó leingi verið greitt, at áskoðararnir hava ynskt Mourinho, har piparið grør. Samstundis hava alsamt týðiligari ábendingar verið um, at nýggi arbeiðsgevari hansara verður Chelsea, sum hann áður hevur vant við framúr góðum úrslitum. Tað hevur tó tikið sína tíð at staðfesta hetta skiftið. Chelsea hevur ikki vilja goldið Real Madrid fyri at loysa Mourinho úr sáttmálanum, og Real Madrid hevur ikki vilja goldið tað, sum tað hevði kostað at givið Mourinho sekkin. Tí líkist skiftið til Chelsea nú einum avgreiðsluspurningi.

Hinvegin er ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá Real Madrid. Carlo Ancelotti hevur verið eitt evni, men Florentino Perez segði á tíðindafundinum í dag, at Paris St. Germain svaraði noktandi, tá Real Madrid spurdi seg fyri, um møguleiki var at loysa Ancelotti úr hansara sáttmála.