Í morgun hava bæði Tjóðveldi, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin váttað, at teir taka undir við Projekt Salt á Drelnesi. Tað gjørdu umboð fyri teir fýra flokkarnar greitt, nú Løgtingið í morgun er farin at viðgera uppskotið um at stuðla saltsilo-ætlanini.
Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum staðfesti, at nakrir spurningar vóru, men at flokkurin tekur undir við ætlanini.
Tórbjørn Jacobsen staðfestir, at Tjóðveldi sær hetta sum ein spurning um tjóðarbygging og hann vónar, at hetta fer at eggja til at játtanina til mentanarøkið sum heild, verður hækkað.
Jørgen Niclasen vísti á, at hetta verður ein allur, sum fer at styrkja listarliga og mentanarliga lívið.
Hann heldur, at tað kemur so nógvur peningur uttanlands, at tilsamans verður hetta ikki ein útreiðsla, men ein inntøka fyri landskassan.
Men hann metir eisini, at tað hevur stóran týdning, at landskassin átekur sær sín part av rakstrarútreiðslunum.
Hinvegin staðfestir Jørgen Niclasen, at samstundis sum ætlanin verður stuðlað, er neyðugt at finna tilsvarandi sparingar aðrastaðni á fíggjarlógini so at útreiðslurnar hjá landskassanum ikki hækka av hesi orsøk.
Her skal skoytast upp í, at framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin hava ikki havt orðið enn, men eftir tí, sum áður er komið fram, er ongin ivi um, at eisini Javnaðarflokkurin tekur undir við ætlanini.
Jóannes Eidesgaard staðfesti, at nú er møguleikin fyri, at nú hava vit føroyingar møguleikan at fáa okkara Skeiva torn í Pisa ella Operahús í Sidney.
Projekt Salt er serstakt og skal ikki setast uppi ímóti Tjóðpalli ella øðrum mentanaríløgum, tí hetta er eitt ískoyti til tað, ikki ein kappingarneyti.
Enn hava umboð fyri Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin ikki havt orðið, men eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur áður váttað, at hann tekur undir við verkætlanini.