formenninar fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin vísti seg tíverri ein ósemja, sum gav okkum varhugan av, at hetta vala uppskoti var í vanda fyri at verða latið upp til politiskan [...] hetta mál. Hesar eru skrivaðar fyri tað mesta út frá flaggdagsálitinum, men innihaldið er so líkt, at mínar fyrru viðmerkingar stórt sæð standa við. Uppskotið nú komið til endaliga avgreiðslu Nevndin er [...] við sítt arbeiði, og er tað nú upp til politiska myndugleikan at fremja tað, sum víðari henda. Mannagongdin má væl vera tann, at løgmaður og landsstýrið avgreiða málið til Løgtingið, sum síðani samtykkir
nøkur eru eftir, ið halda arvin viðlíka, og hava evnini til tað. Man merkir so týðiliga, hvussu nógv Vilhelmina hevði at siga fyri tey, eisini fyri stóra fylgið. Komin í kirkjugarðin, síggi klokkaran standa [...] Seinast eg fylgdi har suðuri, var Judith. Pápi og eg. Fyri gott 7 árum síðani høvdu vit døtrarnar Marjun og Tordis, sum var við barn, leitað okkum suður til Dals at vitja. Veðrið var av tí fagrasta. Vilhelmina [...] Hoyrdi fyri mær Vilhelminu við sínu spaku rødd siga vid Sjúrð: Ver ikki so fortur, tí so fer tad vakra! Vakrari jarðarferð hevur eingin kongaligur fingið, soleiðis upplivdi eg tað. Stóð uttan fyri Eiriksgarð
hugaheimi var als ikki rúm fyri so stórari rúgvu av bollum. Teir vóru jú so nógvir, at tað nærum var nokk til øll fólk í Havn helt eg. Og so vóru tað kransakøkurnar, sum tú var kendur fyri. Óiva er fáur sum dugir [...] eina serliga tøkk. Takk fyri at tit vóru so nógv um abba ta seinastu tíðina, tit hava alla tøkk og allan heiður uppiborið Góði abbi. Ein seinasta heilsan og ein fátøk tøkk fyri tað tú var. Friður verið [...] vit niðan til Saksunar, og har segði tú mær so frá øllum teimum støðum, ið best vóru at standa um ein royndi eftir laksi ella sílum. Tá sá eg í eygunum á tær, at hatta var nakað tú brendi fyri. Á veg suður
sáttmála, sum hevur við sær stórar batar fyri allar limir í Heilsurøktarafelagnum. - At hava ábyrgdinia av at skipa fyri ráðstevnu um arbeiðsumhvørvi og lívlanga læru fyri 100 føroyskum og útlendskum gestum [...] tær nakað serstakt mál fyri 2019? - Bara tað at skriva síni mál ella ynski niður á pappír, er eitt stórt stig til at náa málinum, men eg havi ikki sett mær eitt serstakt mál fyri 2019 – ikki enn í hvussu [...] har til hoyrir. Rakul í Gerðinum sigur, at í Vestmanna hevur verið vanligt at hava kirkjugongd seint um kvøldið nýggjársaftan, og sum barn var tað ein serlig løta at koma út úr kirkjuni beint fyri midnátt
kalla framferðina hjá mongu av valevnunum fyri hóvliga, er at taka dýran til, tí føroyski veljarin verður dagliga díktur undir við valtilfari. Fyri at leita aftur til dagarnar, har føroysk valstríð vóru føroysk [...] slagi og sjálvglað valevni, sum ikki fýra fyri at gera metur stórar plakatir av sær sjálvum. Hetta eru millum átøkini, sum valevnini til løgtingsvalið í 2004 nýta fyri at tekkjast føroyska veljaranum. Nógv [...] Óla Breckmann og Vilhelm Johannesen, stevnu til at hugleiða um valstríðini í 70 árunum Meira persónligt Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á ting í1974 fyri Fólkaflokkin. Formaðurin í tingbólki fólkafloksins
verður hildin til heiðurs fyri okkara sjófólk. Hon segði, at ymisku tættirnir í vinnuni eisini eru ein partur av okkara mentan, og hon segði seg fegnast um eitt nú seglskipini, sum komin vóru til bygdar og [...] vinnugreinar og fólk, sum hava verið fyri afturgongd, fara heilt vist at finna nýggjar møguleikar, sum kunnu tryggja grundarlag fyri mennandi framtíðarleið, sum hann tók til. Tøk takast Í síni setanarrøðu nevndi [...] at grundarlag er fyri, at teir fara at veksa aftur, tá náttúruviðurskiftini eru við okkum. Mínar lívsroyndir hava lært meg, at náttúran ikki bert borgar fyri afturgongd, men eisini fyri framgongd, ið lyftir
fólk hava roknað út fyri Fakfelagssamstarvið, hvussu nógv hetta fer at kosta hvørjum einstøkum borgara. Og tað eru ikki hissini tøl. Missa 369.000 krónur sum vit høvdu rætt til Sum dømi verður tikin [...] missir 92.000 í fólkapensjón og hann missir 77.000 í Samhaldsfasta. Hetta er fyri hvørt árið, 369.000 krónur um árið. Fyri tey trý árini, sum pensjónsaldurin hækkar, missir hesin persónurin 600 [...] hesin persónurin yvir 1,1 millión krónur hesi trý árini, pengar, sum hann hevði rætt til, men sum man missir rættin til av hesi broyting hjá Løgtinginum. Skulu gjalda 456.000 krónur meira hinvegin Men ikki
takast úr spælinum, men hóast hetta, so sást alt fyri eitt, at hetta ikki fór at verða nóg mikið til at steðga gula herinum. Hóast álopsspælið hjá VÍF til tíðir hevði lyndi at gerast heldur rótut, nú vanligi [...] kanska hildið, at VB nú í øllum førum fór at stríðast av øllum alvi til tess at avmarka tapið, men fyrstu løtuna sást millum lítið og einki til hetta. Hinvegin tóktist, at tær høvdu mist alla vón um at fáa eitt [...] og tað var sjónligt, at hetta var nakað, sum hon hevði glett seg til. Kanska var júst hendan spæligleðin hjá Sóley eisini eyðkennið fyri gongdini hjá VÍF seinastu vikurnar. Eftir ein tunga byrjan, har tvífaldu
væl egnað til at goyma CO2. Eg ætli mær at kanna, um føroyska basaltið eisini kann brúkast til tað, sigur 28 ára gamla Rakul Maria Johannesen. Áhugin kyknaði á Svalbard Rakul Maria hevur fyri einum lítlum [...] - Áhugin fyri at kanna møguleikarnar fyri at goyma CO2 í undirgrundini byrjaði á Svalbard. Universitetið har er ein framkomin arktiskur granskingardepil, sum hevur ógvuliga góðar umstøður til jarðfrøðiliga [...] hóskar væl til CO2 Granskarar um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna loysnir, ið kunnu fyribyrgja eini altjóða veðurlagskreppu. Ein møgulig loysn, ið stórar vónir verða settar til, er at minka
eru endaðir í. Neyðugt er at minnast til, at ein og hvør er ósekur, til rætturin hevur dømt hann sekan. Hetta var eisini galdandi fyri unga íslendingin, heilt til hann varð dømdur. Manglandi hagtøl Danir [...] fráliðið, fyri ein dómara í grundlógaravhoyring. Dómarin kann í grundlógaravhoyringini leingja handtøkuna í upp til tríggjar dagar, men bert um løgreglan metir, at hon innan tríggjar dagar fær til vega nóg [...] Føroyar standa á gáttini til egna rættarskipan, eiga vit at hugsa um altjóða rættartrygd og mannarættindi, tá rætta rættarskipanin skal finnast. Stóra smuglaramálið, sum í fyri kortum varð avgreitt í Føroya