Kvinnuhondbóltur
Toppdystur var á skránni í Vestmanna leygardagin, tá VB kom á vitjan. Undan dystinum var støðan tann, at VB undir øllum umstøðum fóru at gerast fremstar í grundspælinum, men úrslitið hevði tó stóran týdning fyri báðar partar. Spurningurin, sum skuldi avgreiðast, var, hvørt tað skuldu verða eitt ella trý stig millum liðini bæði, tá farið verður undir endaspælið.
Sorl
Og tað verður eitt stig. Lat tað verða sagt beinanvegin, at VÍF snøgt sagt hølvaði VB ígjøgnum, og eftir dystin mundi størsti spurningurin vera, hvussu tað yvir høvur ber til, at VÍF ikki longu er fremsta liðið í deildini. Somikið stórur var munurin.
Frá fyrsta bríksli var tað VÍF, sum setti dagsskránna. Í eini roynd at bremsa VÍF-álopunum hevði VB annars gjørt sær greitt, at Sóley Mikkelsen skuldi takast úr spælinum, men hóast hetta, so sást alt fyri eitt, at hetta ikki fór at verða nóg mikið til at steðga gula herinum. Hóast álopsspælið hjá VÍF til tíðir hevði lyndi at gerast heldur rótut, nú vanligi spælskiparin ikki fekk gjørt sítt, so fekk liðið sýnt, at tær so sanniliga eisini hava onnur vápn. Ikki minst riggaði tað væl at toyggja spælið, soleiðis at eyka rúmdin, sum mansverja gevur, kundi gagnnýtast við gjøgnumbrotum og fríspælingum, og í verjupartinum fingu tær fleiri ferðir bremsað VB, soleiðis at eyðkenda kontraspælið kundi koyra.
Besta málverjan
Og so slepst heldu ikki undan at nevna, at VÍF framvegis eigur besta málverjan ? um ikki leikaran ? í føroyskum kvinnuhondbólti. Manuela Stan hevur tey bæði seinastu árini verið ein av høvuðsorsøkunum handan einaveldið hjá VÍF, og leygardagin sýndi hon so, hvussu trupult hon kann gera tað hjá mótstøðuni, tá lagið er í topp.
Álopsspælið hjá VB varð fyri tað mesta lagt tætt inn ímóti VÍF verjuni, og hetta gav á sín hátt eisini bonus. Í øllum førum fingu tær ofta skapt óskil í verjuspælið, og meira enn ta einu ferðina gav hetta úrslit í fríspælingum, sum VÍF oftast steðgaði á ólógligan hátt. Sum rætt var, so spurdust eisini fleiri brotskøst burtur úr hesum, men so heldur ikki meira. Av sjey brotskøstum, sum VB fekk í fyrra hálvleiki, eydnaðist bert at skora upp á tvey. Hini tók Manu sær av, umframt at hon eisini tók fleiri aðrar skotroyndir. Sagt á illa forbronglaðum føroyskum máli, so psykaði hon VB-kvinnurnar í somikið stóran mun, at tær at enda skutu mest sum í blindum, soleiðis at rumenski málverjin uttan stórvegis hóvasták kundi lesa skotroyndirnar av.
Mistu móti
Longu í steðginum var munurin í málum somikið stórur, at ivin um endaliga úrslitið skuldi verið burturbeindur, og tað var eisini sjónligt, at so var, tá liðini komu aftur á vøllin.
Ein kundi kanska hildið, at VB nú í øllum førum fór at stríðast av øllum alvi til tess at avmarka tapið, men fyrstu løtuna sást millum lítið og einki til hetta. Hinvegin tóktist, at tær høvdu mist alla vón um at fáa eitt bara líkinda úrslit burturúr. Mansverjan av Sóley var nú eisini slept, soleiðis at eisini hon kundi seta sín vanliga dám á spælið, og tað var sjónligt, at hetta var nakað, sum hon hevði glett seg til.
Kanska var júst hendan spæligleðin hjá Sóley eisini eyðkennið fyri gongdini hjá VÍF seinastu vikurnar. Eftir ein tunga byrjan, har tvífaldu greipuvinnararnir høvdu ilt við at sannføra um, hví tær hava verið so einaráðandi. Og har saknurin í Ioanu Rápa kanska eisini var heldur stórur, hevur lagið verið eitt heilt annað seinastu dystirnar. Venjingarstøðan tykist framvegis vera hin besta í landinum, soleiðis at tær altíð kunnu stríðast til seinasta bríksl, og við einum einstøkum undantakið hava tær sett øll hini liðini upp á pláss seinsatu vikurnar. Enn eru tær kanska ikki fremstar, men leygardagurin staðfesti í øllum førum, at fremsti favoritturin til gullið aftur í ár spælir í gulum blusum.
Hinvegin eigur ikki at gloymast, at tað framvegis er VB, sum er á odda í deildini, og tí vilja tær ivaleyst eisini hava eitt orð at siga, tá tosast skal um gull og heiður. Grundstøðið til góðu støðuna løgdu tær fyrru helvt av grundspælinum, tá tær fingu fulla úrtøku, meðan úrtøkan hevur verið heldur misjøvn síðani. Hetta botnar tó eisini í, at kappingin í kvinnudeildini er javnari og harðari í ár, enn hon hevur verið fleiri av undanfarnu árunum. Her hevur VB fram um hini liðini megnað at koppa teimum teimum dystunum, har tað hevur riðið um snarið, til egnan fyrimun, og megna tær at varveita tann eginleikan, so eiga tær als ikki at avskrivast. Nakað langt ífrá. Men leygardagin vóru tær altso ikki meira enn næstbest. Har stóð VÍF á tí mesta, og so má stigatalva vera stigatalva.
Dysturin í tølum
VÍF-VB 32-20 (16-9)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(4), Jacklin Durhuus 7, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Nicoleta Radu 4, Hertha Simonsen 3, Fríða Marjunardóttir 3, Alis Høghamar 2
VB: Daiva Tuomaite 6(1), Reda Kurkaskiene 6(1), Laila Jespersen 3, Arnley Hjelm 2, Eydis Kjærbo 1, Anja Magnussen 1(1), Guðrun Midjord 1
Brotskøst: VÍF 6, VB 9
Útvísingar: VÍF 1, VB 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Hóast smávegis lýtir altíð kunnu finnast, so høvdu teir fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda.