fyri tey í B36 er tað eitt ikki so gott minni. Í fjør var B68 nýtt lið í bestu deildini. Í triðja umfari var tað góð ábending um, at tað kanska ikki fór at verða so vónleyst at varðveita plássið í bestu deildini [...] leikbannaður, tí hann í síðsta umfari í fjør, tá ið B68 vann á útivølli ímíti EB/Streymi, sá reytt. Lukasz Cieslewicz hevur higartil í ár verið so illa darvaður av skaða í rygginum, at hann ikki hevur vant. Andri [...] síðani í fjør. Tilsaman eru 10 nýggir spælarar í hópunum hjá B36 og B68. Venjararnir eru teir somu. Dan Brimsvík hevur ábyrgdina av B36, og Øssur Hansen hevur ábyrgdina av B68. Nýggir spælarar í B36 eru
landsstýrismaður í løtuni? 2. Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 3. Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum? Løgmaður svarar ikki fyrsta spurningin [...] kvinna er í landsstýrinum. Hann svarar við at tosa um, hvussu kvinnuumboðanin hevur verið í landsstýrinum síðani aldarskiftið. Hann svarar heldur ikki uppá, um hann heldur, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum [...] hann svarar sum so heldur ikki upp á triðja spurningin, um hann ætlar at gera nakað við javnstøðuna í landsstýrinum. Les eisini: Hann harmast um slipsalandsstýrið Hann svarar bara í einum og sigur, at »Ynskiligt
eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í, tí hon fýkur ikki fyri vág og vind. Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í. Stýrið metir orðið [...] Grunnurin fyri Mentanarhús í Klaksvík skipaði í vetur fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík. Heili 60 fólk ymsastaðni frá, sendu inn tilsamans 70 uppskot til navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani [...] helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið, ella gamla timburhandilin, ella Varpabrúnna. Tó er tað ikki staðarnavnið, sum dentur varð lagdur á, tá ið mentanarhúsið skuldi hava navn. – Eitt
Hann var skaddur í knænum, og síðani tá hevur hann ikki spælt við NSÍ. Tórður Thomsen hevur higartil í ár vart NSÍ málið í 12 landskappingardystum, í stórsteypadystinum og í fyrsta umfari í kappingini um [...] Thomsen er skaddur. Soleiðis hevur verið skrivað seinastu nógvu vikurnar. Í síðstu viku varð skrivað í liðtíðindum í upptaktini í Sosialinum, at Tórður Thomsen var tøkur aftur. Hetta vóru tíðindini úr Runavík [...] var eykamálverji. Tórður Thomsen var ikki á listanum. Orsøkin var tann, at hann aftur var darvaður av skaða í knænum. Nú veit Sosialurin at siga í liðtíðindunum í vikuskiftisblaðnum hesaferð, at avgerð
Hevði hendan samgongan ikki hvat rullað fiskivinnuskipanina hjá undanfarnu samgongu aftur, hevði landskassin havt 200 – 260 milliónir meiri í inntøku í ár, enn hann hevur. Tað upplýsir Jacob Vestergaard [...] Hetta eru tølini av tí, at eingin uppboðssøla var í fjør. Hevði uppboðssøla verið í fjør, skuldu tær sølur, sum vóru galdandi í meiri enn eitt ár, verðið drignar frá. Hetta merkir samstundis, at landskassin [...] inntøku upp á 314 milliónir, ella einar 256 milliónir minni. Men í ár er makrelkvotan hækka, og verður tað talt upp í, høvdu inntøkurnar í ár verið smáar 200 milliónir lægri enn tær høvdu verið undir skipanini
Enn er ikki heilt greitt, nær Ritan fer at sigla á Eiðið, men helst einaferð í næstu viku. Teir fara undir at avforskalla í dag og so annars gera verjugarðin. Tað er ikki at taka seg aftur í, at hetta [...] Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, har millum ein mobilkrana, eina gravimaskinu við last og tveir betonbilar, sum betonið er blandað í. Tá ið talan er um so stórar nøgdir [...] skipari á Rituni. Tað munar betýðuligt bara at sleppa innum endan á kaiini við øllum skipinum, sum vit ikki hava sloppið við gomlu kaiini. Afturat tí bøtur hækkaða kain og verjigarðurin sera væl um. ##med2##
arbeiði fer í gongd, sum hann tók til. Men, nær væntar leiðarin á MRCC, at fyrsta royndin verður gjørt at hála skipið av aftur? - Tað dugi eg ikki at siga í løtuni. Hetta veldst um, nær vit sleppa í gongd við [...] skipssíðurnar ikki verða skamfílaðar. Sum skilst, hevur Eivind 39.000 litrar av olju í tangunum, og her liggur Grønanes klárur at pumpa oljuna úr skipinum. Sambært leiðaranum á MRCC verður neyvan farið í holt við [...] pumpað úr skipinum. Edvard Bjarnasson segði við KvF, at tey í dag hava skift orð við fleiri, sum á ymiskan hátt eru partar í málinum. - Vit vita ikki, hvussu tað fer at ganga at hála skipið av aftur, og her
vónbrotið í nátt, har hann var 0,15 sekund frá einum bronsuheiðursmerki í ol-finaluni í Tokyo í nátt. Og hann er knústur, nú hann kanska eisini oyðilegði ólavsøkuna hjá øllum teimum, sum fylgdu við í sjónvarpið [...] hansara sum rógvari, har hann hevur vunnið silvurmerki í HM og gull í EM, umframt eitt silvurheiðursmerki afturat í EM. – Tað haldi eg. Eg skal ikki útihýsa at eg fái hug at rógva aftur um nøkur á, men eg [...] síðsta frá mær, sigur hann við tíðindastovuna. Eg haldi, at eg havi gjørt tað, eg kundi og eg eri ikki sinnaður at halda fram. Eg eri troyttur so hette er tann rætta avgerðin, leggur hann afturat. Hann
Force. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at stóra flogfarið hevur verið í Føroyum. Í mars var tað eisini her. Og tað kann væl vera, at tað kemur aftur eina ferð í framtíðini, frætta vit úr Vága Floghavn. Bretska [...] Í síðstu viku vitjaði eitt stórt hernaðarflogfar í Vágum - størsta flogfar, ið nakrantíð hevur vitjað í Føroyum. Talan er um Boeing C-17A Globemaster III, sum hoyrir til bretska flogflotan Royal Air Force [...] breidd, men eisini í mun til fjallalendið rundan um, sigur hann. – Teir vóru væl nøgdir, haldi eg, sigur Regin I. Jakobsen. Fyrsti fyrispurningur um at koma til Føroya at royna flogvøllin kom í februar/mars
at skjóta Ísland í sor í dystinum í Poznan ígjár, men tað hendi ikki. Ísland sum vann ein hepnan 1-0 sigur á Føroyum á Tórsvølli farna fríggjadag megnaði at forða Robert Lewandowski í at skora móti Íslandi [...] hjá Pólandi móti Íslandi í Poznan ígjár hevði Robert Lewandowski. skorað í 14 dystum á rað fyri Bayern München og pólska landsliðið. Og í hesum 14 dystunum hevði hann ikki skorað færri enn 22 mál. Tí [...] minuttir eftir steðgin legði Ísland seg aftur á odda. Eftir álop í vinstru var bólturin leysur í brotsteiginum, har Birgar Ingi Bjarnason í sínum triðja landsdysti skoraði fyrsta málið á landsliðnum. Íslendingar