Í síðstu viku vitjaði eitt stórt hernaðarflogfar í Vágum - størsta flogfar, ið nakrantíð hevur vitjað í Føroyum. Talan er um Boeing C-17A Globemaster III, sum hoyrir til bretska flogflotan Royal Air Force.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at stóra flogfarið hevur verið í Føroyum. Í mars var tað eisini her. Og tað kann væl vera, at tað kemur aftur eina ferð í framtíðini, frætta vit úr Vága Floghavn.
Bretska hernaðarflogfarið kom higar fyri at gera nakrar venjingar. Til dømis at flúgva inn frá báðum síðum og skjóta yvir, sum mann kallar tað - altso tað setti seg ikki hvørja ferð. Hetta bleiv gjørt einar seks ferðir, og so setti tað seg tvær ferðir.
– Tað snýr seg um at gera venjingar á einum lutfalsliga lítlum flogvølli. Tey hava brúk fyri tí, tí tey flúgva viðhvørt til støð, har flogvallirnir og umstøðurnar eru avbjóðandi, fortelur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn.
– Tí hava tey brúk fyri at venja á flogvøllum, sum líkjast okkara. Bæði viðvíkjandi longd og breidd, men eisini í mun til fjallalendið rundan um, sigur hann.
– Teir vóru væl nøgdir, haldi eg, sigur Regin I. Jakobsen.
Fyrsti fyrispurningur um at koma til Føroya at royna flogvøllin kom í februar/mars, og síðani fingu tey neyðugu loyvini, sum skulu brúkast, tá talan er um hernaðarflogfør, upp á pláss. Sambært upplýsingunum hjá stjóranum hevur hendan vitjanin ikki samband við Arktis og vitjanina frá amerikansku sendinevndini, ið hugdi at flogvøllinum her fyri.
Flogfarið Boeing C-17A Globemaster III er 52 metrar í veingjabreiði og 53 metrar til longdar. Tað er næstan 17 metrar høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons.