Høvdu fingið 200 – 256 milliónir meiri í inntøku

Tað hevur stórar broytingar við sær, at fiskivinnuskipanin hjá undanfarnu samgongu, er ógildað

Hevði hendan samgongan ikki hvat rullað fiskivinnuskipanina hjá undanfarnu samgongu aftur, hevði landskassin havt 200 – 260 milliónir meiri í inntøku í ár, enn hann hevur.

 

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Høgni Hoydal hevur spurt hann, hvussu tað hevði sæð út, um so var, at hendan samgongan ikki hevði rullað fiskivinnuskipanina hjá undanfarni samgongu aftur - eitt nú soleiðis at uppboðssølan nú er avtikin.

 

Jacob Vestergaard sigur, at hevði skipanin hjá undanfarnu samgongu verið galdandi nú, høvdu hesar nøgdir verið seldar á uppboðssølu í ár, nevniliga 43.406 tons av makreli, 51.231 tons av norðhavssild, 33.196 tons av svartkjafti og 4.695 tons av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard.

 

Hetta eru tølini av tí, at eingin uppboðssøla var í fjør. Hevði uppboðssøla verið í fjør, skuldu tær sølur, sum vóru galdandi í meiri enn eitt ár, verðið drignar frá.

 

Hetta merkir samstundis, at landskassin hevði fingið 570 milliónirí inntøku av uppboðssøluni og av tilfeingisgjaldi. Men sum støðan er nú, fær landskassin eina inntøku upp á 314 milliónir, ella einar 256 milliónir minni. Men í ár er makrelkvotan hækka, og verður tað talt upp í, høvdu inntøkurnar í ár verið smáar 200 milliónir lægri enn tær høvdu verið undir skipanini hjá undanfarnu samgongu.

 

Hevði skipanin við menningarkvotum eisini verið í gildi, høvdu 14.199 tons av makreli verið lætnar sum menningarkvotur, umfrmat 12.202 tons av norðhavssild og 28.063 tons av svartkjafti. Men Jacob Vestergaard leggur afturat, at tað er ikki sagt, at hett eru tær nøgir,  ið høvdu verið leysar at søkja, tí kvotur, sum eru játtaðar áður, og sum eisini høvdu verið í gildi í ár, høvdu verðið drignar frá.