Eftir at føroyska felagið í Hollandi, FC Zwolle, hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, komu Súni Olsen og teir veruliga niður aftur á jørðina um vikuskiftið.
Súni var tó ikki á liðnum, sum á útivølli royndi seg móti VVV. Úrslitið var einki at reypa av, tí Zwolle tapti dystin 2-0 eftir 1-0 í hálvleikinum. VVV skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá Zwolle nakað seinni fekk ein mann riknan av vølli, fór tað alla tíðina at verða torført hjá Zwolle.










