Kappingarneytin hjá iPod, Zune, hevur fingið eina sera trupla byrjan á MP3-marknaðinum. Amazon.com hevur júst kunngjørt síni hagtøl fyri thanksgiving-søluna, og her stendur greitt, at Microsofta-framleidda Zune stendur seg illa á marknaðinum. Innan elektronik-vørur átti iPod ikki færri enn 10 av teimum 25 mest seldu vørunum. Zune var á sama lista at finna sum nummar 75.










