Zumbadansur í Vágsbotni

Í dag verður eitt undirhaldandi tiltak í Vágsbotni, tá Fimleikafelagið Ljósið sýnir fram Zumbadans á Nólsoyarpálstorginum. Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar við einum braki í Vágsbotni í sambandi við at vetrarskráin hjá felagnum byrjar aftur.

Í hesum sambandi verður ein sonevnd Zumbaevent á Nólsoyarpálstorginum, har vit byrja fimleikin í ár, sigur Ann Hansen, formaður í Ljósinum sum fegnast um nýggju fimleikarhøllina í Gundadali. Tað eins og eitt nýtt tíðarskeið er byrjað innan fimleikin í høvuðsstaðnum, sigur hon.

Tiltakið byrjar kl. 16 og Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Vertir á sendingini verða Mirjam Pætursdóttir og Eydna Skaale.