Síðani David Gold og David Sullivan í januar keyptu West Ham, hava trupuleikar fleiri ferðir stungið seg upp ímillum teir og Zola. Tí vóru miðlarnir í Onglandi á einum málið um, at tað var bara ein spurningur um tíð áðrenn Zola varð koyrdur. Longu í januar royndu Gold og Sullivan at fáa Mark Hughes til venjara, men tað eydnaðist ikki.
Fyrrverandi venjarin hjá Gunnari Nielsen, Mark Hughes, er sambært ensku fjølmiðlinum hægst á ynskjulistanum hjá Gold og Sullivan. Eisini fyrrverandi Chelsea og núverandi Portsmouth venjarin, Avram Grant, stendur høgt í metum hjá teimum báðum. Landsliðsvenjarin hjá Kroatia, Slaven Bilic, er eisini í myndin at gera nýggjur venjari á Upton Park. Hann spældi við West Ham eitt kappingarár í seinnu hálvu í 90?inum.
43-ára gamli Gianfranco Zola tók við starvinum sum venjarin hjá West Ham í septembur í 2008. Tað kappingarárið endaði West Ham nummar 9 og fekk Zola nógv rós fyri síni avrik. Í ár hevur søgan verið ein onnur. West Ham hevur stríðst í botninum og megnaði akkurát at bjarga sær frá niðurflyting.
Áðrenn Zola gjørdist vernjari hjá West Ham, var hann hjálparvenjari hjá italska U21 landsliðnum, sum vóru í bólki við Føroyum. Italia vann teir báðar dystirnar ímóti Føroyum tepurt.










