Zlatan vil seta met

Við fimm málum í fyrstu fimm dystunum fyri Barcelona gjørdi tað ikki so nógv, at Zlatan Ibrahimovic ikki kundi feira sín 28 ára føðingardag við máli, tá Barcelona vann 1-0 á Almeria. Men sjálvur segði Zlatan, at hann ætlar sær at skora nógv mál afturat í ár. Mítt mál er seta persónligt met, og tað merkir, at eg skal skjóta fleiri enn tey 25 málini, sum eg fekk í Inter, sigur Zlatan. Eftir fyrstu seks umførini er Barcelona á odda í sponsku Primera Division við 18 stigum.