Zlatan verður eyðmýktur í enskum miðlum

Zlatan Ibrahimovic fær harðar ákoyringar fyri síni vánaligu avrik seinastu mongu vikurnar

Manchester United hevur ikki vunnið í fýra teimum seinastu Premier League dystunum, og nú er liðið dottið aftur á eitt triðja pláss í Europa League bólki A, har bæði Fenerbache og Feyenoord eru frammanfyri United aftaná 1-2 tapið hjá United ímóti Fenerbache á útivølli.

 

Tann, sum fær flest ákoyringar og nógvan atfinningarsaman kritikk er gamla svenska álopsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, sum ikki hevur skotið eitt mál í sjey dystum á rað, sum ikki er sætt áður í drúgvu yrkisleiðini hjá Zlatan.

 

Aftaná dystin ímóti Fenerbache er tað tó mest høpisleysi atburðurin ímóti danska leikararanum hjá Fenerbache, Simon Kjær, heldur enn enn eitt vánaligt, leikligt avrik á vøllinum, sum Zlatan sleppur at hoyra fyri.

 

Fyrrverandi stjørnuáleyparin hjá Arsenal, Ian Wright gevur ilt av sær um Zlatan í grein í blaðnum "The Sun". Ian Wright undirstrikar, at tað einasta, sum hevur hildið Zlatan eitt sindur uppi eru tey fýra málini Zlatan skeyt fyri Manchester United teir fyrstu dystirnar av kappingini. - Eg havi ikki sæð Zlatan spælt væl í 10-15 dystum. Eg skal verða bart út bersøgin, tí eg haldi, at tað eru ikki nógv feløg í Premier League, sum høvdu heintað Zlatan til sín hóp, um tað so var fyri ongan pening, skrivar Ian Wright í sínari spaltu í The Sun. 

 

Ian Wright hevði sína stórheitstíð fyri Arsenal millum 1991 og 1998, har hann gjørdi tað framúr væl. Seinastu árini hevur hann verið frammi, sum fótbóltsserfrøðingur. Ian Wright heldur Zlatan Ibrahimovic hevur eina stóran part av skuldini, at Manchester United avrikar so illa: - Um tú hyggur eftir hvussu Manchester City, Chelsea, Liverpool, Arsenal og Tottenham spæla, so er talan um lið, sum hava eina høga leikferð og nógvar rørslur. Um tú hyggur eftir Manchester United, so spæla teir við lágari leikferð, og eru ógvuliga statiskir í álopspartinum, og Zlatan Ibrahimovic eigur ein ógvuliga stóran part av skuldini, at so er, staðfestir Ian Wright í einari klummu í blaðnum, The Sun.