Inter Milan hevur í kvøld vunnið grannauppgerðina móti AC Milan í fjórðingsfinaluni í italsku steypakappingini. Tað er ikki altíð at ein fjórðingsfinala í Coppa Italia vinnur fram í norðurlendskum miðlum, men í dag fingu tveir norðurlendingar høvðusleiklutin.
39 ára gamli sviin, Zlatan Ibrahimovic, er ein av høvðusorsøkunum, at AC Milan er oddalið í Seriu A. Hann var aftur í brennideplinum í kvøld. Fyrst legði hann AC Milan á odda 1-0, men eitt korter inn í seinna hálvleik stútaði hann eftir áleyparanum hjá Inter Milan, Romelu Lukaku. Tað kostaði eitt reytt kort. Síðani javnaði sami Romelu Lukaku eftir brotsspark.
Síðani kom ein annar norðledingur í brennidepilin. Tað hevur verið lítið at sæð til danska Christian Eriksen, síðani hann skifti frá Tottenham til Inter Milan, har hann hevur verið nevndur millum tey størstu floppini í nýggjari tíð.
Í kvøld svaraði lítilátni danskarin aftur. Seks minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, sendi hann beinleiðis fríspark upp í nærmasta málhorn og sendi harvið Inter víðari. Enn er feløg sum Atalanta, Lazio, Juventus og Napoli við í kappingini. Tey eru øll í dysti í vikuni.