Nýklakta aðru deildarliðið í Italia Juventus seldi í nátt svenska framherja síni Zlatan Ibrahimovic til fyrrverandi kappingarneytarnar í Inter Milan fyri 186 milliónir kr., skrivar danska Ekstra Bladet.
Juventus hevur síðan liðið var sent niður í aðru deild selt fleiri av dýrastu leikarum sínum. Tað var tí í væntu, at Zlatan fór at verða seldur. Leikarin hevði eina ársløn á 33 milliónir kr. í Juventus, og tað tyktist greitt, at sviin ongan áhuga hevði í at spæla í aðru deild.
Inter hevur frammanundan tryggja sær Hernan Crespo frá Chelsea, umframt at brasilumaðurin Adriano og nigeriumaðurin Obafemi Martins manna álopið hjá teimum frammanundan. Við hesum leikarum er Inter sera væl fyri offensivt, og við Juventus í aðrudeild og AC Milan við minus stigum tykist Inter sum stórur favorittur til italska meistaraheitið.