Svenski landsliðsspælarin, Zlatan Ibrahimovic hevur bert verið tvær vikur í AC Milan, og hann er longu komin í andglettið.
Hann var stórliga fagnaður av AC Milan-viðhaldsfólkunum, tá hann ígjár skoraði bæði málini í 2-0 heimasigrinum ímóti Auxerre í Champions League bólkaspælinum. Men aftaná dystin var aftur galið við mussaskøðinum. Zlatan legði beinleiðis eftir fyrrverandi kenda AC Milan-venjaranum, Arrigo Sacchi, sum nú er viðmerkjari hjá italskum sjónvarpi.
- Sacchi burdi lært seg at hildið k.... Tað tykir mær, at hann er øvundsjúkur, tí hann tosar alt ov nógv. Um tú ikki dámar mátan eg spæli fótbólt uppá, so er bara at hyggja hinvegin, segði ein óður Zlatan beinleiðis í italskum sjónvarpi, aftaná dystin. Zlatan var óður um, at Sacchi skuldi hava sagt, at hann brúkti nummar 47 í skóm.
Arrigo Sacchi royndi at verja seg, men Zlatan kvetti hann og segði: - Tá fólk tosa ov nógv, so tosa tey ov nógv, og tú ert ein av teimum, sum tosar alt ov nógv.
Sacchi náddi kortini at siga við Zlatan: - Sonur mín. Eg fari at mæla tær til at vísa ein nógv betri atburð.
Uppá hesar tvær vikurnar í AC Milan hevur Zlatan eisini megnað at sparka ein liðfelaga, Rodney Strasser á økslina undir venjing. Zlatan tvíheldur, at hetta bert var gjørt í spølni. Tað sást kortini ikki á Rodney Strasser, at Zlatan sparkaði hann í spølni. Tað var rættiliga pínufult fyri Strasser.










