Svenska superstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, byrjaði sína yrkisleið hjá Manchester United sum ein rættur Zlatan, tá ið hann eftir bert fýra minuttir í venjingardystinum ímóti Galatasaray leygardagin saksaði bóltin í mál.
Og liðfelagarnir hjá Zlatan Ibrahimovic lata eisini væl at karismatiska svianum.
- Tað er stuttligt at venja við Zlatan. Hann er ein klassaleikari. Hann er stórur, sterkur og hevur nógva orku, sigur David de Gea við sjónvarpsrásina hjá Manchester United.
- Tað gevur okkum leikarum eyka orku at síggja, at leikarar sum Zlatan og aðrir við koma at spæla við okkara felagi, sigur David de Gea víðari.
Næsti venjingardysturin, har Zlatan fær enn ein møguleika at vísa síni kynstir, verður spældur í morgin, tá ið Manchester United og Everton hittast.