Zlatan heldur tíðindafund í morgin

Svenska stjørnan, Zlatan Ibrahimovic, heldur í morginárini tíðindafund

Svenska stjørnan, Zlatan Ibrahimovic, sum í hesum døgum fyrireikar seg at fara til EM fyri Svøríki, heldur í morginárini tíðindafund.

 

Tað er teimum flestu greitt, at Zlatan Ibrahimobic eftir summarfrítíðina fer at skifta felag, eftir at sáttmálin við Paris Saint Germain gongur ut hetta summarið.

 

Tað verður ivast í um tíðindafundurin um Zlatan Ibrahimovic á tíðindafundinum í morgin fer at avdúka nýggja felagið hjá sær, ella um hann fer at kunngera at hann steðgar á svenska landsliðnum.

 

Svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén, segði tó á tíðindafundi við svensku miðlarnar í dag, at Zlatan Ibrahimovic ikki steðgar á svenska landsliðnum.

 

LA Galaxy var leingi stórur favorittur at ogna sær svensku stjørnuna. Men síðani at José Mourinho tók við sum Manchester United venjari, hava søgurnar sent hann til Manchester United. Og eftir eitt heldur serstakt úttalilsi hjá Zlatan Ibrahimovic í vikuskiftinum, hava seinastu søgurnar sent hann at spæla fyri barndómsfelagið, Malmø FF, eftir summarfrítíðina.

 

Spennandi verður tí at vita, hvat verður á skránni á tíðindafundinum í morgin. Tíðindafundurin hjá Zlatan Ibrahimovic verður í morginárini klokkan 8:45.