Zlatan gjørdi tað aftur

Zlatan Ibrahimovic vísti seg bæði frá sínu bestu og ringastu síðu í landsdystinum móti Føroyum. Hann avgjørdi dystin, men skuldi verið útblakaður tvær ferðir. Avgerandi dømingar fullu ikki í okkara lut og tí standa vit eftir við ongum.

Føroyska landsliðið fekk uppreins, tá teir týskvøldið taptu 2-0 fyri einum svenskum landsliðið, sum bleiv bjargað av heimsstjørnuni Zlatan Ibrahimovich og eini dómarakvartet úr Bulgaria, sum ikki var uppgávuna vaksi.
Í 80 minuttir ger føroyska liðið alt tað ein kann krevja av teimum. Teir eru framvegis við og málmunurin var er eitt mál. Svenska liðið hevur trupult við at hava tamarhald á føroyska miðvøllinum, sum so smátt byrjar at gera um seg.
Fleiri ferðir megna okkara at flyta bóltin millum sín. Svensku viðhaldsfólkini eru ótolin og fjáltur tykist koma onkrar av svensku spælararum. Ein av teimum er miðverjin, Andreas Grandqvist, sum tveitir seg í vøllin, eftir at Fróði Benjaminsen hevur taklað bóltin. Fróði gevur honum av grovfíluni og Andreas Grandqvist velur at leggja á Fróða, tá hann reisist. Nikolay Yordanov hevur ongan annan møguleika enn at vísa svenksa miðverjanum av vøllinum. Fróði fær eisini eitt gult kort við á vegnum.
- Eg skilji ikki hví eg skuldi fáa gult kort í støðuni, er viðmerkingin hjá føroyska liðskiparanum.
Í løtuni eftir reyða kortið velur Zlatan Ibrahimovic at senda bóltin í høvdið á Gunnari Nielsen. Beint frammanfyri dómaranum, sum ikki tordi ella vildi geva svenska liðskiparanum hvørki gult ella reytt kort.
- Eg var for erligur í støðuni. Eg skuldi havt tveitt meg niður í vøllin, so hevði hann kanska fingið gult ella reytt kort, sigur Gunnar Nielsen, meðan svensku miðlarnir eru sum gribbar at fáa føroyska málverjan at siga okkurt, sum teir kunnu brúka sum yvirskrift.
Nú hómast ein møgueliki at skapa óvæntaða úrslitið. Svenskarnir eru skelkaðir og umskipa liðið. Føroyska liðið ger klárt at senda Páll Klettskarð á vøllin.
Men áðrenn vit klára at byrja at droyma er bulgarski dómarin aftur upp á spæl. Hóast hann fleiri ferðir í dystinum hevur biðið spælarar reist seg upp aftur, tá teir hava tveitt seg og lættliga. Men nú hevur floytan fingið annað ljóð.
Tann næstan tveir metrar høgi og 95 kilo tungi Zlatan dettur sum er hann skotin, tá Jónas Tór Næs kelar honum eftir beini. Nú fekk Nikolay Yordanov sín møguleika at útjavna samlaða úrslitið av dømingini, og áðrenn Zlatan er komin longu leiðina niður á vøllin hevur bulgarski dómarin brísksað fyri brotssparki.
Gunnar ger eins og Atli og vísur ikki Zlatan meiri viðring enn hann hevur uppiborið. Hann argar heimsstjørnuna, sum ikki tolir smakkin av sínum egna heilivági. Gott nokk skorar Zlatan upp á brotssparkið, men reaktiónin eftir brotssparkið vísur heilt greitt ein kroystan Zlatan, sum hevur fingið aftur av somu skuffu, sum hann til dagligt deilir út av. Vánaligi atburðurin á vøllinum vísti eisini, at Zlatan als ikki fekk tað virðing hann heldur hann hevur uppiborið av føroysku “fiskarunum”, sum hann rópar okkum.
Ongantíð áður hevur ein heimsstjørna verið so glað fyri at skorað móti Føroyum. Móti endanum av dystinum missur Zlatan fultkomiliga høvdið, tá hann heilt greitt við vilja sendir albogan í andlitið á Atla Gregersen. Enn eina ferð verður einki bríkslað og tað kann bara skapa undran, at ongin av teimum fýra dómaranum sóu tað, sum øll hini á Friends Arena sóu. Eitt klokkuklárt reytt kort.
- Zlatan er ein fantastiskur fótbóltsspælari og fari ikki at standa her og spilla hann út, men hann kann verða ein idiot á vøllinum, sigur Atli Gregersen, sum heilt týðiliga kom undir húðina á Zlatan.

Gott føroyskt avrik

Føroyska avrikið var á eini góðari leið. Vit gjørdu tað vit kundu fyri at halda svensku spælarunum vekk frá føroyska málinum og møguleikarnir vóru fáir.
Jóhan Troest Davidsen spældi væl í miðverjuni og Viljormur Davidsen kom væl frá uppgávuni á vinstra bakki.
Á miðvøllinum gekk ikki so væl at byrja við. Hvørki Christian Lamhauge Holst ella Súni Olsen raktu dagin frá byrjan. Ikki so at tað beinleiðis kostaði, men tað merktist, tá Heini Vatnsdal og Símun Samuelsen komu inn, og Hallur Hansson bleiv fluttur inn á miðvøllinum.
Jóan Símun Edmundsson varð í álopinum, men kom ikki til so nógvar málmøguleikar. Til tað spældi føroyska liðið ov lítið upp á hansara styrkir. Jóan Símun átti brotsspark, tá hann bleiv hálaður niður eftir hornaspark, men dómarin valdi ikki at døma.
Hinvegin vóru teir skjótir at døma fyri rangstøðu, tá Símun Samuelsen varð spældur leysur ígjøgnum. Talan var als ikki um rangstøðu. Vit tosa um metrar! Tað er alt ov vánaligt av bulgarska hjálpadómranum. Fjórði dómarin, Stanislav Todorov, fylgdi sjálvandi væl við og tryggjaði, at útskifti Christian Lamhauge Holst fekk gult kort fyri av bonkinum at gera vart við sína ónøgd.
Kanska skuldi Stanislav havt fylgt líka væl við tá Zlatan tvær ferðir skuldi verið útvístur, ella hvat heldur tú sjálvur Stanislav?
Samanumtikið er avrikið hjá Føroyum góðtikið og vóru vit ikki snýttir í avgerandi dømingum, so ikki óhugsandi, at føroyska liðið hevði kunna endurtikið javnleiki frá 2001, tá vit spældu 0-0 móti Svøríki í Svøríki.
Tvær ferðir upp í slag hevur Zlatan Ibrahimovic søkt føroyska landsliðið - hesa ferð við góðari hjálp frá dómaranum.

trondur@sosialurin.fo

Stubbi 1:

Vánalig planlegging

Føroysku áskoðararnir komu til Friends Arena í góðum lag, men vóru plaseraðir so, at teir ikki kundu standa upp og rópa, sum annars altíð hevur verið vanligt. Tað endaði við, at einstakir føroyingar blivu tveittir út. Ill hugsað av svenska fótbóltssambandinum og tápuligur atburður hjá harðrendu vaktarfólkunum. Vit komu bara fyri at stuðla okkara liðið og hugna okkum!

Stubbi 2

Hallur rann yvir 10 kilometrar

Hallur Hansson rann samanlagt 10,3 kilometrar í dsytinum. Toppferðin var 28,8 km/t. Hallur Hansson spældi á høgra vongi og varð útskiftur stutt fyri tíð. Heilar 55 ferðir var hann í sprint ferðir.

Pluss: Deiligt at síggja Gunnar Nielsen og Atla Gregersen geva Zlatan av grovfíluni. Vit bakka ikki ein metur og soleiðis skal tað eisini verða. Vit eru ikki við fyri at læra longur – eisini tá vit spæla móti heimsstjørnum sum Zlatan.

Minus:
Plaseringin av føroysku áskoðarunum og dómarakvartetin úr Bulgari. Har var nokk av plássi á Friends Arena at seta føroysku áskoðararniar fyri seg, so teir kunnu halda gang, sum vit altíð gera. Dómarakvartetin kostaði okkum dýrt. Vit áttu brotsspark og Zlatan átti reytt!

Spælarametingar:

Gunnar Nielsen: 4
Hevði eina bjarging í heimflokki og stóð seg annars væl á strikuni. Kundi ikki gera nakað við málini, men útspørkini vóru elendig í fyrra hálvleiki. Alt í alt eitt gott avrik.

Jónas Tór Næs: 4
Kom væl frá uppgávuni á høgra bakki. Legði hart út og setti seg í respekt. Tað mundi kostað gult kort. Kom framvið til innlegg, men tað restar tað seinasta í álopsspælinum. Kundi verið meiri vakin við fyrra málið og gjørdi brotsspark, sum var heldur bíligt. Spældi annars væl.

Jóhan Troest Davidsen: 5
Vísti landsliðsvenjaranum, at hann hoyrir heima á landsliðnum. Spældi fyrimyndarliga væl og virkaði sum ein javnvág til spælið hjá Atla Gregersen. Er róligur á bóltinum, smæðist ikki í tvídystunum og umhugsin í verjuspælinum.

Atli Gregersen: 4
Bakkaði ikki ein metur fyri Zlatan og gav honum aftur, tá hann byrjaði at brúka kjaft. Stóð væl í verjuni, men hevði onkrar trupulleikar í avspælinum, men í verjustøðu er einki at fílast á.

Viljormur Davidsen: 4
Kom inn og spældi ein frálíkan dyst á vinstra bakki. Serliga var hann tryggur á bóltinum og dugdi væl at sleppa sær av við hann. Nú hava vit brádliga ein luksustrupulleika á vinstra bakki við Viljormi og Ára Mohr Jónsson.

Fróði Benjaminsen: 4
Stríddist sum altíð væl á miðvøllinum. Var ikki so sjónligur, sum hann onkuntíð hevur verið, men svenska spælið fór eisini upp um miðjuna. Framtvingaði reyða kortið hjá svium.

Súni Olsen: 3
Virkaði tungur eftir at hava spælt fullan dyst í Írlandi. Heldur ikki fríspørkini vóru av teimum bestu og tað endaði oftani við mótálopið. Fór út við skaða í fyrra hálvleiki.

Hallur Hansson: 4
Varð fluttur út á høgra vong og kom bara væl frá uppgávuni. Tordi at spæla bóltin og var ágrýtin í verjupartinum. Hevði sína bestu løtu beint áðrenn hann bleiv tikin út.

Pól Jóhannus Justinussen: 4
Er sum endurføddur á vinstra vongi. Sleppur til sín rætt tá málspørkini verða sparkaði niðan móti honum. Hann vinnur alt í luftini og svenskarnir høvdu trupulleikar við at fáa bóltin frá honum, tá hann fór fram við.

Christian L. Holst: 2
Klárt vánaligasti dysturin hjá Christiani í longri tíð. Arbeiddi alt ov lítið og tað gekk út yvir restina av miðvøllinum. Fekk at kalla einki burtur úr í framrættaða spælinum.

Jóan Símun Edmundsson: 3
Tað var sjáldan at okkara spældu upp á styrkirnar hjá framherjanum, men hann gjørdi sítt í luftspælinum. Arbeiddi eisini hart og jagstraði allan dystin. Kemur framvegis ikki til nóg nógvar málmøguleikar.

Heini Vatnsdal(Inn 41.min): 4
Tað kom javnvág á miðvøllin, tá Heini kom inn. Orkan hjá miðvallaranum gjørdi, at hann fylti nógv og vann nógvar nærdystir.

Símun Samuelsen(Inn 59.min): 4
Byrjaði á bonkinum, men kom inn tíðliga í seinna hálvleiki og virkaði frískur. Bjóðaði fleiri ferðir av og var óheppin at detta, tá hann var komin framvið tvær av ferðunum. Varð dømdur rangsaddur, tá hann bleiv spældur leysur móti málinum – tað var ikki rangstøða.

Páll Klettskarð(Inn 87.min):
Kom inn í nakrar fáar minuttir. Ov stutt til at gera ein meting.

Svøríki:

Pär Hansson: 4
Hevði ikki so nógv at gera, men tók sær av tí sum hann skuldi. torført at geva honum meir enn eitt 4-tal hóast hann sum so ongan feil gjørdi.

Mikael Lustig: 4
Legði upp til fyrra málið og var sjónligur í álopsspælinum. Royndi at koma fram við og megnaði fyri tað mesta at steðga føroyska liðnum at koma framvið í vinstru síðu, men trupulleikar av styrkini hjá Pól Jóhannus Justinussen.

Per Nilsson: 4
Megnaði at halda føroyska liðnum niðri á tveimum forkølaðum skotum. Tapti onkrar luftdystir móti Jóan Símuni, men tað var vandaleyst, tí ongin føroyskur spælari rann eftir longda bóltinum.

Andreas Grandqvist: 2
Spældi sum so eins væl og Per Nilsson, men fekk sær eitt býtt reytt kort, tá hann legði á Fróða Benjaminsen, sum nú kostar honum minst tveir dystir leikbann.

Pierre Bengtsson: 3
Hevði meir at gera enn høgri bakkurin. Bæði Hallur Hansson og Jónas T. Næs lupu á og hóttu gjøgnum hansara síðu. Var heppin, at Símun bleiv dømdur rangstaddur.

Sebastian Larsson: 3
Var óvanliga lítið sjónligur á høgra kanti. Viljormur hevði ikki stórvegis trupulleikar av Premier League spælaranum. Heldur ikki eyðkendu innleggini vóru góð. Bleiv útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Kim Källström: 4
Fordeildi bóltin væl og tað sæst, at hann spælir á høgum stigi til dagligt. Megnaði tó ikki at halda ferð á spælinum gjøgnum dystin.

Albin Ekdal: 5
Sjónligur á miðvøllinum og var maðurin aftanfyri tey flestu av álopunum hjá Svøríki. Bjóðaði seg alltíð til og var neyvur í avspælingini.

Alexandar Kacaniklic: 4
Fulham spælarin kom inn og gjørdi mun á Tórsvølli. Hesa ferð vísti hann eisini í løtum gott spæl, men Jónas var skjótur á honum.

Ola Toivonen: 3
Spældi leingi til eitt 4-tal, men brendi seint í dystinum tveir risa møguleikar. Virkaði annars væl sum “hjálparin” hjá Zlatan. Kom væl frá skjóta og smáspælinum.

Zlatan Ibrahimovic: 1-6
Her má tað verða upp til tann einstaka at meta um samlaða avrikið hjá superstjørnuni. Hann avgjørdi dystin og vísti tekniskt spæla á hægsta stigi, men vísti seg ein sum ein óbúðnan smádrong, tá hann tveitti bóltin í høvdið á Gunnari, rendi albogan í Atla og fór grátandi í fjølmiðlarnar eftir at hava fingið ein verbalan umgang frá Gunnari og Atla. At hoyra Zlatan grenja um at kjaftaslit hjá hinum, er sum at hoyra Lance Armstrong grenja um at hinir súkklarnir eru dopaðir.

Andreas Svensson(Inn 58.min): 3
Kom inn á miðvøllin og var ikki eins sjónligur og Kim Källström. Svenska liðið sat ikki so tungt á miðvøllinum seinna partin av seinna hálvleiki.

Jimmy Dumaz(Inn 63.min): 2
Kann ikki minnast hann hevði bóltin. Gjørdi í so máta lítið um seg.

Jonas Olsson(Inn 83.min):
Kom inn at verja borg, eftir at Svøríki fekk ein mann útvístan.

FAKTA:

Svøríki-Føroyar 2-0 (1-0)
HM undankappingardystur á Friends Arena í Solna í Stokholm týsdagin 11. juni kl. 19.15
Dómarakvartett úr Bulgaria: Nikolai Yordanov, Ivan Valchev, Veselin Dobriyanov og Stanislav Todorov
1-0: Zlatan Ibrahimovic 35.
2-0: Zlatan Ibrahimovic br 82.
Svøríki: Pär Hansson, – Mikael Lustig, Per Nilsson, Andreas Grandqvist, Pierre Bengtsson – Seb Larsson (Jimmy Dumaz, 63.), Kim Källström (Andreas Svensson, 58.), Albin Ekdal, Alexandar Kacaniklic – Ola Toivonen (Jonas Olsson, 83.), Zlatan Ibrahimovic.
Á vøllinum uttan at verða skiftir inn: David Nilsson, Daniel Örlund, Rasmus Elm, Nils-Eric Johansson, Rasmus Bengtsson, Pontus Wernbloom, Erkan Zengin
Venjari. Erik Hamrén
Gult kort: eingin
Reytt kort: Andreas Granqvist 79. (beinleiðis reytt)
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson (Páll A. Klettskarð, 87.), Fróði Benjaminsen, Súni Olsen (Heini Vatnsdal, 41.), Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst (Símun Samuelsen, 59.) – Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Teitur M. Gestsson, Atli Danielsen, Jónhard Frederiksberg, Hans Pauli Samuelsen, Ári Jónsson, Christian R. Mouritsen
Venjari: Lars Olsen
Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen