TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt brot úr tíðindafundi í Stokkhólmi, har svenska superstjørnan, Zlatan Ibrahimovic veruliga foldar seg út.
Sambært Zlatan sjálvum, so er tað hann, sum hevur sett Svøríki á heimskortið, og við at spæla í Paris tey seinnu árini hevur hann eisini sett Frakland á heimskortið.
Zlatan sigur, at hann droymir um at sleppa at spæla EM í Fraklandi, har hann býr nú. Hann heldur ikki, at hann er blivin gamal og seinur, sum onkur hevur hug at halda, heldur tvørturímóti.










