Zlatan: Eg sakni ikki fótbóltin - fótbólturin saknar meg

Sjálvsálitið hjá Zlatan Ibrahimovic er ikki minkað

Sjálvt um hann nú er ein fyrrverandi fótbóltsleikari, so er sjálvsálitið hjá 42 ára gomlu svensku legenduni, Zlatan Ibrahimovic framvegis stórt.

 

Zlatan er blivin forseti fyri Kings League, ið kendi Barcelona leikarin, Gerard Pique byrjaði tá hann gavst at spæla fótbólt á hægsta støði. Í Kings League verður skipað fyri dystum við sjey leikarum á hvørjum liði. Liðini í Kings League eru mannaði við fólki, ið eru kend á alnótini. Tíðum eru liðini eisini mannaði við gomlum fótbóltsstjørnum.

 

Í samband við Kings League sigur Zlatan seg vera kongin yvir øllum: - Eg havi vunnið fleiri enn 300 heiti, og eg havi skotið yvir 500 mál. Tað finst eingin, ið ikki kennir mítt navn. Eg sakni ikki fótbóltin, men fótbólturin saknar meg, sigur ein opinskáraður Zlatan í einum videofilmi hjá Kings League.

 

Her sæst stutta brotið: https://youtube.com/shorts/YE-BzbZtvJ8?si=HXXppkt5tF9UVwuD