Zlatan bjóðar til veitslu

Zlatan hevur ikki gloymt, hvar fótbóltsævintýrið byrjaði.

Zlatan ger nógv burtur úr, nú hann á fyrsta sinni vendur heim aftur til Malmø at spæla fótbólt.

 

Tá Paris Saint-Germain 25. novembur skulu spæla móti Malmø, verður hetta fyrstu ferð, at Zlatan Ibrahimovic er aftur í Malmø í fótbóltsørinum, eftir at hann sum 19 ára gamal fór úr felagnum til Ajax Amsterdam í Hollandi.

 

Síðani er hann vorðin ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum og hevur spælt við Juventus, Inter, Barcelona, AC Milan og nú PSG.

 

Og hann ger nógv burtur úr heimkomu síni. Fyrr í heyst boðaði hann frá, at hann hevur bílagt alt torgið í miðbýnum í Malmø dystardagin, soleiðis at øll, sum ynskja, kunnu síggja dystin á stórskíggja. Harumframt letur til, at fótbóltsstjørnan ætlar at skipa fyri onkrum øðrum undirhaldi í sambandi við dystin eisini.