Boð vóru í gjáranáttina eftir bjargingarbátinum Rescue Ziska, aftaná at ein útróðrarbátur fekk maskinbrek. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
- Ein útróðrarbátur við tveimum monnum umborð fekk maskinbrek út fyri Kunoyarnes, og tí bleiv heitt á Rescue Ziska at fara eftir teimum, upplýsir vakthavandi, ið sigur at veðrið var so mikið gott, at eingin vandi var á ferð.
Tað var fýra tíðina í gjáranáttina, at mennirnir vendu sær til MRCC-støðina og longu tveir tímar seinni var Rescue Ziska á Haraldssundi við útróðrarbátinum.

Ziska hjálpti útróðrarbáti á miðjari nátt

