Zidane setir skógvarnar á hillina

Franski miðvallarin Zinedine Zidane gevst við fótbóltinum eftir HM-endaspælið í summar
Hetta skrivar spanska blaðið AS, sum sigur víðari, at Zidane hevur boðað leiðsluni í Real Madrid frá, at hann ikki ætlar sær at halda fram í felagnum eftir summarsteðgin.
33 ára gamli Zidane hevur sáttmála við Real Madrid, ið rennur til summarið 2007, men hann ætlar sær ikki at spæla so leingi. Hóast Zidane skoraði trý mál í dystinum ímóti Sevilla sunnudagin, hevur hann ikki víst ta stórspæl, ið hann er so kendur fyri, seinastu tíðina.
Zidane valdi saman við øðrum garvaðum leikarum at venda aftur til franska landsliðið, tá tað stóð á gomlum nøglum undir seinastu undankapping, og hann verður væntandi at síggja á liðnum í Týsklandi í summar, men tað verður eftir øllum at døma seinastu ferð, at hann luttekur á hægsta stigi.
Zizou, sum hann eisini verður nevndur, er kosin heimsins besti fótbóltsspælari tríggjar ferðir, og hann var eisini ein av berandi kreftunum á tí franska liðnum, sum vann HM á heimavølli í 1998 og EM í Hollandi tvey ár seinni.
Zidane hevur harumframt fingið tittulin Légion d´honneur fyri síni avrik fyri franskan fótbólt, og hann fekk eisini heiðurin at bera fakkulin, tá olympisku leikirnir í Athen vórðu settir í 2004.