Frakland vann seg leygarkvøldið í hálvfinaluna í HM-endaspælinum. Fraklendingar vunnu dystin ímóti brasilsku heimsmeistarunum, og sigurin var fult uppiborið.
Franska liðið var væl skipað, tamdi fullkomiliga brasilsku stjørnurnar sum Ronaldinho, Ronaldo og Kaka, og í álopspartinum var Frakland hvassari enn Brasil.
Zinedine Zidane einaferð mettur sum heimsins besti spælari var aftur í gamla lagnum. Zidane spældi ein framúr dyst, og hann legði upp til málið, ið Thierry Henry skoraði. Zidane hevur boðað frá, at hann gevst at spæla fótbólt í summar, og eftir eitt hálvvánaligt kappingarár fyri Real Madrid vóru tað mong, sum hildi, at tað var rætta avgerðin.
Undir HM er rættiligt lív komið í Zidane aftur, og seinastu tveir dystirnar hevur hann veruliga glógvað á franska miðvøllinum. Ímóti Spania legði hann upp og skoraði, og ímóti Brasil legði hann upp og brilleraði í spælinum á miðvøllinum.
Brasilsku stjørnurnar fingu ongantíð rættiligt flog á spælið hjá sær í hesi HM-kappingini, og ímóti Fraklandi vildi liðið heilt einfalt ov lítið. Tað hevði við sær, at væl skipaða og sterka franska landsliðið vann og kom í hálvfinaluna.
Brasiliumenn stóðu eftir við stórum vónbroti, og tað man vera stór sorg í tí fótbóltsglaða landinum í Suðuramerika í hesum døgum.