Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sagt, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tók ikki ávaringarnar hjá USA um eina russiska innrás í nóg stórum álvara.
Tað segði amerikanski forsetin á einum tiltaki í Los Angeles.
Tað er týska tíðindarásin, ARD, sum ber hesi tíðindi, sum ikki eru fallin í góða jørð hjá talsmanninum hjá ukrainska forsetanum, Serhiy Nykyforov.
Joe Biden segði, at tey vóru mong, sum ikki trúðu amerikansku ávaringunum dagarnar fyri russisku innrásina hin 24. februar.
- Eg veit, at nógv hildu, at eg gjørdi ov nógv av, tá eg ávaraði um innrásina, segði amerikanski forsetin í Los Angeles.
Sambært Wall Street Journal fleyg CIA-stjórin, William J. Burns, persónliga til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv i januar í ár.
Her ávaraði hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, um, at russiskar deildir løgdu ætlanir um at taka flogvøllin í Hostomel í Ukraina.
Endamálið hjá russum var at taka flogvøllin, sum liggur uttan fyri høvuðsstaðin, soleiðis at russar á henda hátt kundu flyta útgerð og herfólk inn í landið.
Bardagin um flogvøllin vardi í fleiri dagar, og tá russar at enda megnaðu at taka hann, var flogvøllurin oyðilagdur og óbrúkiligur.
##med2##