Zelenskyj: Russland nokk av rakettum til fleiri álop

Voldymyr Zelenskyj sigur í kvøld, at tað er líkamikið, hvørjar rakettir, russar senda yvir landið, so fer hetta ikki at broyta ukrainska stríðsviljan.

Forsetin í Ukraina, Voldymyr Zelenskyj, gjørdi í kvøld viðmerkingar til ógvusligu russisku álopini á fleiri býir í Ukraina í dag.

 

- Russland hevur framvegis nokk av rakettum til fleiri slík álop, segði forsetin. Men, hann legði eisini aftrat, at hetta fer ikki at ávirka kríggið.

 

Voldymyr Zelenskyj segði, at tað er líkamikið, hvørjar rakettir, russar senda yvir landið, so fer hetta ikki at broyta ukrainska stríðsviljan.

 

Aftur í dag skapti ein nýggj bylgja av russiskum rakettum ótta og oyðilegging í Ukraina við spreingingum í fýra stórbýum kring um í landinum.

 

Vatnveitingar og streymur fóru í høvuðsstaðnum, Kyiv og í næst størsta býnum, Kharkiv. 

 

Enn einaferð vóru málini hjá Russlandi sivila undirstøðukervið í Ukraina, og soleiðis hevur verið í fleiri álopum seinastu tíðina.

 

Tvey fólk lótu eisini lív í dag, tá ein rakett rakti ein íbúðarblokk í Kryvyj Rih miðskeiðis í Ukraina, veit dagbladet.no at siga í kvøld.