Her er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, staddur á hermótinum við býin, Bakhmut, sum russar leingi hava roynt at tikið frá Ukraina. Tað er nakað síðan, at henda myndin varð tikin.

Zelenskyj: Russland hevur munandi tap í Ukraina

Ukrainski forsetin sigur í video-talu kvøld, at Russland hevur havt munandi tap har eysturi í Ukraina.

Her er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, staddur á hermótinum við býin, Bakhmut, sum russar leingi hava roynt at tikið frá Ukraina. Tað er nakað síðan, at henda myndin varð tikin.

Ukrainski herurin hevur elvt russisku herdeildunum munandi tap í bardøgum í Donbas-regiónini har eysturi í Ukraina. 

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari av sínum video-talum í dag, og tað er tíðindastovan Reuters sum endurgevur.

 

Norska kringvarpið NRK endurgevur eisini hesa útsøgn hjá ukrainska forsetanum í kvøld.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at tað er serliga nærindis býnum, Vuhledar, at russisku tapini hava verið stór.

 

- Vit leypa á teir, sum royna at troka seg inn á okkum og elva teimum munandi tap, segði forsetin millum annað í einari av røðum sínum.

 

Ukrainski forsetin sigur, at jú størri tapini hjá Russlandi eru í Donbas-økjunum, Bakhmut, Vuhledar, Marinka, Kreminna, jú skjótari endar kríggið.

 

- Til sigurs fyri Ukraina, leggur Volodymyr Zelenskyj aftrat.

 

 

 

Her er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, staddur á hermótinum við býin, Bakhmut, sum russar leingi hava roynt at tikið frá Ukraina. Tað er nakað síðan, at henda myndin varð tikin.