Russland hevur fingið formansskapin í ST-trygdarráðnum, og tað verður russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum skal leiða fundin í New York.
- Púrasta burturvið, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari video-talu í dag, og tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur forsetan.
Seinast Russland hevði formansskapin í trygdarráðnum, var í februar í 2022, ið júst er mánaðurin, tá Russland gjørdi innrás í grannalandið, Ukraina.
- Tíverri hava vit nøkur høpisleys og niðurbrótandi tíðindi, segði Zelenskyj, sum eisini visti at siga, at ein fimm mánaðar gamal nýføðingur í dag er deyður av russiskum álopum.
Og samstundis hevur Russland formansskapin í ST-tygdarráðnum.
- Tað er trupult at ímynda sær nakað, sum undirgrevur slíkar stovnar meira enn tað, legði Volodymyr Zelenskyj aftrat.
USA hevur eggjað Russland til at uppføra seg professionelt í leiklutinum, men Kreml sigur, at landið fer at fremja øll síni rættindi við formansskapinum.
- Ein nýskipan er neyðug til tess at forða fyri, at eitt yvirgangsland ikki oyðileggur friðin, segði ukrainski forsetin í sínari video-talu í dag.