Spanski forsætisráðharrin, Jose Luis Rodriguez Zapatero, hevur gjørt av at broyta stjórnina. Tað skrivar spanska tíðindastovan EFE, sum leggur afturat, at avgerðin kemur óvart á politiskar eygleiðarar í Madrid.
Tíðindastovan skrivar frá keldum í stjórnini, at talan er um týðandi broytingar. Eitt nú missir uttanríkisráðharrin, Miguel Angel Moratinos, starvið, og í hansara stað kemur Trinidad Jimenez, sum nú er heilsumálaráðharri. Varaforsætisráðharrin, Maria Teresa Fernandez de la Vega, skal eisini úr stjórnini.
EFE skrivar, at tað kemur púra óvart á spaniumenn, at Zapatero ger so umfatandi broytingar í stjórnini. Eygleiðarar høvdu tó væntað, at ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, Celestino Corbacho, fór at fáa sekkin.









