-Tað var torført at liva í Iran sum tilflytari úr Afganistan. Lívið var hart við nógvum trupulleikum. Serliga torført var tað fyri mammu mína at taka sær av mær og systkin mínum, tí hon fekk ikki loyvi til at arbeiða har, sigur Zahra Mesbah. Í dag er altjóða flóttafólkadagur, og tí leggja vit her eina grein, sum varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum fyrr í ár.
Zahra Mesbah, systur hennara og mamma teirra livdu í vónloysi í Iran, tá tær høvdu mist bæði pápa og allar tríggjar brøðurnar. Sum bert 18 ára gomul setur hon seg í samband við UNHCR og bønar um hjálp og friðskjól til sín og familju sína. Bønin varð svarað, og familjan flutti til Íslands í 2012 har ein nýggj verð bíðaði teimum.
Zahra Mesbah var bert trý ára gomul, tá hon saman við mammu síni, systur síni og trimum brøðrum sínum flýggjaði úr Afganistan til Iran, áðrenn Taliban kom til valdið í Afganistan.
Pápi Zahru var politikari, og varð dripin árið fyri tey fluttu – tí hildu vinfólk pápa hennara, at tað ikki var trygt fyri elsta beiggja Zahru at vera verandi í Afganistan, og familjan varð flutt við hernaðarflogfari til Iran at búgva.
Tað var alt annað enn lætt hjá familjuni at fóta sær í Iran. Mamma Zahru var einsamøll við fimm børnum, men stutt eftir at tey komu til Iran, varð mittasti beiggi Zahru eitraður og doyði.
-Tað var torført at liva í Iran sum tilflytari úr Afganistan. Lívið var hart við nógvum trupulleikum. Serliga torført var tað fyri mammu mína at taka sær av mær og systkin mínum, tí hon fekk ikki loyvi til at arbeiða har, sigur Zahra Mesbah.
Lívið hart í Iran
Lívið í Iran gjørdist ikki lættari, sum árini liðu, og seinni misti familjan eisini hinar báðar beiggjarnar. Yngsti beiggi Zahru gjørdist sjúkur og doyði, og fyri fimm árum síðani doyði elsti beiggi hennara eisini eftir ein fótbóltsdyst. Zahra veit ikki hvat elvdi til deyða hansara.
Zahra greiðir frá, at nú tá tær bert vóru kvinnur í familjuni var ógjørligt hjá teimum at fóta sær í Iran.
-Í einum landi sum Iran er ómøguligt at vera til uttan ein mann í familjuni. Kvinnur hava ikki javnrætt og sleppa ikki at gera vanlig ting, so sum at ganga úti einsamallar, tosa alment, ganga í hægri skúla ella arbeiða. Tað eru ongir møguleikar. Tað er serliga torført sum tilflytari úr Afganistan – eisini fyri menninar, men serliga kvinnurnar, sigur Zahra Mesbah.
Tað vóru veruliga ongir møguleikar fyri at betra um lívsgóðsku teirra, og mamma hennara var í døpurhuga og tunglynt, eftir at hava mist bæði mann sín og allar tríggjar synir sínar.
Søkir friðskjól
Zahra hevði hoyrt um UNHCR, og setti eg sum bert 18 ára gamla í samband við skrivstovuna, tí hon ongan annan útveg sá.
-Tað er líkamikið hvussu ungur ein er. Tá tað stendur so illa til, so ger ein tað, sum skal til at bjarga sær og finna hjálp. Eg skrivaði eitt bræv til UNHCR og bleiv við at ringja til teirra. Tá tey svaraðu, fekk eg ikki orðið upp, og skar úti at gráta. Eg greiddi síðani frá, at eg var í eini ræðuligari støðu og bønaði tey um hjálp, sigur Zahra Mesbah.
-Tey bóðu meg koma til samrøðu, og dagin fyri eg skuldu fara greiddi eg mammu míni frá ætlanunum eg hevði at søkja um friðskjól í einum triðja landi. Onkursvegna fekk eg yvirtala hana, hóast tað var torført, tí hon vildi ikki flyta frá tí hon kendi í Iran. Vit vistu ikki tá, hvat land vit fóru at fáa friðskjól í, sigur Zahra Mesbah.
Hjálpir fóttafólki í Íslandi
Viðgerðin av umsóknini tók eitt ár, og í oktober mánaði í 2012, tá Zahra var 19 ára gomul, stóð tað familjuni í boði at flyta til Íslands. Hon hevði fingið nakað av kunning um Ísland í gjøgnum tær samrøðunar, sum hon hevði havt við mynduleikarnar har, men hon greiðir frá, at hon lítið og onki mintist av teimum samrøðunum, tí hon var strongd av støðuni hon og familja hennara vóru í. Hon hugsaði bert um, at hon vildi betra um umstøðurnar og sleppa burtur úr ræðuligu støðuni.
Tær fóru síðani úr Iran, og ferðaðust um Týsklands. Í Frankfurt var ein maður sum hjálpti teimum. Zahra greiðir frá, at hesin maðurin fór at flenna, tá hann hoyrdi, at tær vóru ávegis til Íslands, og greiddi teimum frá, at Ísland er onki verandi stað, tí har er myrkt, kalt og ósiliviserað. Hon kom tí til Íslands við eini ímynd av eskimo fólki og kavasmáttum í huga.
-Fyrstu vikuna fóru vit ikki út, og eg lá í songini og græt mesta av tíðini, tí eg trúði, at eg hevði gjørt eitt stórt mistak, og at lívið nú fór at verða torførari enn tað var fyrr. Eg visti onki um Ísland tá og til bar at billa mær hvat sum helst inn. Tí vil eg fegin hjálpa til, við at veita kunning til tilflytarar og á tiltøkum sum hesum sum Amnesty skipar fyri í Føroyum. Eg vil ikki, at nakar skal hava ta somu kensluna, sum eg hevði, men heldur at tey skulu síggja møguleikarnar skjótast til ber, eftir at tey eru komin til landið. Eg føli, at av tí at eg havi royndirnar, so skilji eg støðuna tey eru í og fái greitt frá hvussu tað veruliga er, sigur hon.
Umframt at hjálpa til við upplýsing arbeiðir Zahra eisini sum tulkur fyri Reyða Kross og gongur á fróðskaparasetrinum í Reykjavík.
Lítið av rasismu í Íslandi
Síðani hon kom til Íslands fyri fýra árum síðani, hevur Zahra bert havt eina keðiliga rasistiska uppliving. Hon sigur, at íslendingar yvirhøvur hava positivan hugburð mótvegis flóttafólki, og tá keðiligar støður henda, er tað aloftast grundað á manglandi kunning, tí fólk ikki vita nóg nógv um umstøðurnar.
Tó, so var tað ein stór avbjóðing fyri tær tríggjar at flýggja úr Iran til Íslands. Hetta serliga tí so stórur munur er á londunum og mentanunum báðum.
-Onki í Íslands er sum í Iran, og tí var tað ein nýggjur heimur vit skuldu venja okkum við. Fólk eru annarleiðis og maturin við. Hjálpin vit fingu frá Reyða Krossi var góð og stuðulsfamiljan vit vóru knýtt at hjálpti okkum at skilja mentanina og nýggja samfelagið, sigur hon.
Vilja “heimaftur” at hjálpa
Mamma Zahru er eisini follin til í Íslandi nú, greiðir Zahra frá. Tað tók tó væl av tíð hjá henni at venja seg við nýggju umstøðurnar burtur frá familju og kenningum í Iran, og at læra at lesa og skriva íslendskt.
-Ynski hjá mammu er, at eg lesi til lækna, soleiðis at vit kunnu fara aftur til Afganistan at hjálpa, har tað trongir til. Vit hava ikki góð minnir úr heimlandinum, men eitt brennandi ynski um at vitja og veita ta hjálp vit megna, sigur hon.
-Tó, so ynski eg ikki at flyta úr Íslandi, tí hetta er heim mítt nú, sigur hon til endans.