Seinastu tíðina hava vit hoyrt ávaringar frá løgmanni, búskaparráðnum, Tjóðbankanum og Landsverk um at nú hevur byggivirksemið í Føroyum aftur elvt til eina yvirupphiting og tí má steðgast á og haldast aftur.
Út frá hesum útsagnum hevði byggivinnan í Klaksvík fyri kortum ein fund við politikarar fyri at greiða frá, hvussu støðan innan byggivinnuna uttanfyri høvuðsstaðin veruliga sær út, og vísti á, at veruleikin er ein annar og meiri fjølbroyttur (nuanseraður), enn tann sum ofta er frammi.
Ofta verða viðurskiftini máld út frá tí, sum hendir í høvuðsstaðnum og tað stóra byggivirksemið, sum har verður framt, og so verður hildið og tosað um, uttan nærri kanningar, at soleiðis er tað í Føroyum. Her er tað veruleikan staðiliga verður skeiklaður.
Í økjunum úti um landið, eitt nú í Klaksvík, er væl av arbeiði, men tá talan er um eina yvirupphiting í byggivinnuni, so er hetta tosið fullkomiliga burturvið. Byggifyritøkurnar við teirra avleiddu vinnum, liggja kanska uppi á einum 70 prosentum av tí, tær megna.
Byggivinnan í Klaksvík, sum hon eisini gav gjølligar frágreiðingar yvirfyri politikarunum á fundinum um, ger við hesum Aksel V. Johannesen, løgmanni, Sverra Hansen, formanni í Búskaparráðnum, Landsverki og Tjóbankanum staðiliga vart við, at teir ganga alt ov lætt um veruleikan.
Áheitan frá Vinnulívsráðnum er tí, áðrenn stig verða tikin í óðum verkum, at økiskanningar verða nærri gingnar ígjøgnum og umhugsaðar soleiðis, at ikki forðingar verða lagdar fyri menning av økjunum úti um landið og at ávís arbeiði steðgað upp.
19. september 2016
v/Vinnulívsráðið í Klaksvík
Karl Birgir Isaksen, formaður