Yvirtaka helst LÍV í mars

Fríggjadagin skrivaðu partarnir undir sáttmála sum tryggjar fakfelags samtakinum ognarrættin yvir tryggingarfelagnum, LÍV, og roknað verður við, at yvirtøkan fer fram í mars

Leingi ætlaða keypið av tryggingarfelagnum, LÍV, tók eitt risafet fríggjadagin, tá partarnir skrivaðu undir keypssáttmála.
Pætur Niclasen, sum er talsmaður hjá fakfelags samtakinum, sigur, at keypið nú skal góðkennast av Tryggingareftirlitinum og av Kappingarráðnum.
Hesir stovnar hava sínar mannagongdir, og væntandi fer tað at taka einar tveir mánaðir hjá teimum at avgreiða viðurskiftini. Nú eru vit jú komin inn í jólamánaðin, og tað hendir neyvan nakað fyrr enn eftir høgtíðina, sigur Pætur Niclasen.
Hann væntar tí, at komið verður nakað út í mars mánað, tá góðkenningin fyriliggur.
Men arbeiða stovnarnir skjótt, kann endaliga yvirtøkan verða nakað fyrr, kanska í februar ella longu í januar, sigur Pætur Niclasen.
Hann sigur, at skattingin av pensjónunum við inngjald var ein fyritreyt, sum feløgini longu kendu framman undan.
Tað hevur alla tíðina verið við í roknistykkinum hjá okkum. Vit skulu eisini minnast til, at LÍV hevur fingið útvið 1500 nýggjar kundar, sum framman undan høvdu sína pensjóns uppsparing í Danmark, sigur Pætur Niclasen.

Bíligari loysn
Eitt av málunum við at keypa LÍV var, at kundarnir skuldu fáa meira burtur úr.
Vit hava lækkað umsitingargjaldið niður í 6%, og verður tað roknað um til donsk viðurskifti, hevði tað svarað til 3,6%. Og tað halda vit er bíligt, sigur Pætur Niclasen.
Hann sigur, at áður høvdu fakfeløgini sínar egnu, serligu skipanir.
Vit høvdu kanska einar 20 ymiskar skipanir, og tað var tungt at umsita. Nú hava vit bert ta einu skipanina, og á tann hátt kunnu vit lækka umsitingarkostnaðin niður í eina helvt, sigu Pætur Niclasen.
Talan verður sostatt um eina væl bíligari loysn hjá kundunum í LÍV.
Yvirtøkan verður so formelt væntandi í mars komandi ár. Nøæyggjur stjóri tekur tó við 1. januar, tá Jan Jacobsen setur seg í stjórastólin í LÍV.