Yvirtøkur í niðurgongutíðum

Nógvar yvirtøkur eru á skránni hjá landsstýrinum, hóast hann dregur hann á luftina fíggjarliga, og tí fer tað at síggjast aftur á komandi fíggjarlóg, at táttað verður í. Tað førdi Anfinn Kallsberg fram í ólavsøkurøðu sínari

»Fremsta mál landsstýrisins er framvegis at skapa karmar um eitt sjálvbjargið samfelag, so at fólkið uttan fíggjarligar forðingar og umsitingarligar bindingar kann taka avgerð um framtíðarstøðu Føroya.«
Við hesum inngangsorðum byrjaði Anfinn Kallsberg løgmansrøðuna, tá tingsetan 2003 varð sett í løgtinginum ólavsøkudag. Sostatt gjørdi løgmaður greitt, at hóast málini eru nakað kámað, síðan samráðingarnar um fullveldi kollsigldu, so er sjálvstýrispolitikkurin framvegis ovarlaga á dagsskránni í føroyskum politikki.
Í løglistanum og ískoytinum, sum Anfinn Kallsberg hevur handað tingmonnum afturvið røðuni, sæst eisini, at øll aðalráðini arbeiða við yvirtøkum, sum skulu fremjast í næstum. Ein týðandi táttur í yvirtøkuætlanini er yvirtøkulógin, sum Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen samdust um í Suðuroy, tá forsætisráðharrin vitjaði Føroyar.
? Við hesi yvirtøkulóg og heimastýrislógini kunnu vit taka yvir øll málsøki undantikin tey, ið knýta seg beinleiðis at fullveldinum. Hini málsøkini koma undir føroyskt ræði, tá ið yvirtøkulógin fær gildi, ella tá ið føroyski myndugleikin avger tað. Tá ið yvirtøkulógin er komin í gildi, stendur tað til føroyska myndugleikan at gera av, hvussu skjót sjálvstýristilgongdin skal verða, segði Anfinn Kallsberg.
Fyrireikað verður at taka yvir øll øki, teirra millum løgreglu, rættarskipan, revsirætt, útlendingarætt, fíggjarrætt, persóns-, familju- og arvarætt, tilbúgving, fólkakirkju og flogferðslu.

Dregur á luftina
Hetta hendir samstundis, sum hann dregur á luftina fíggjarliga.
Stóri búskaparvøksturin seinastu árini er steðgaður á, staðfesti løgmaður. Í ár verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni væntandi umleið 3,6 prosent. Í fjør var vøksturin 9,5 prosent. Eins og fjør væntast avlop á handilsjavnanum, tá skip ikki eru tald við, men avlopið verður væl minni enn í fjør. Fleiri vinnur eru í álvarsligari kreppu, ásannaði løgmaður.
? Minni búskaparvøkstur og soleiðis minni keypiorka í okkara marknaðarlondum, størri útboð enn eftirspurningur millum annað á rækjum og laksi og fallandi marknaðarprísir sum heild gera, at vit hava minni lønsemi í okkara útflutningsvinnu nú. Fyri rækjuflotan og alivinnuna er hetta eitt álvarsligt bakkast. Landsstýrið roynir tí at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal, segði Anfinn Kallsberg, sum samstundis viðgekk, at nakrar fyritøkur hóra ikki undan og mugu gevast.

Nýtslan tálmað
Løgmaður ásannaði, at landsstýrið hevur sett sær stór og víðfevnd mál, men í samgonguskjalinum er eisini avtalað, at búskaparligi munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini skal vaksa á hvørjum ári. Tí er semja um í landsstýrinum, at rakstrarútreiðslur landskassans verða eitt prosent lægri í 2004 enn í ár, eins og semja er um at gera samsvarandi lógarbroytingar og dagføra almennu umsitingina.
? Skulu vit halda hesa avtalu samgongunnar ? og tað skulu vit ? verður neyðugt at gera tillagingar í almennu nýtsluni, so at útreiðslur landskassans verða lagaðar til inntøkurnar. Hetta er fyritreytin fyri at røkka málinum um ein sjálvberandi búskap. Vit kunnu vænta væl minni búskaparvøkstur næstu árini, og tí vera krøvini til komandi fíggjarlóg, at útreiðslurnar vaksa ikki meira enn inntøkurnar, segði Anfinn Kallsberg.
Í ólavsøkurøðuni vóru nógv mál umrødd, sum samgongan fer at arbeiða við næsta og komandi árini. Á listanum yvir mál, sum verða løgd fram hesa tingsetuna, eru 84 lógaruppskot og frágreiðingar.